Taborkórið 20 ár: – Jesus skal hava alla æruna

Soleiðis sigur kórleiðarin á Taborkórinum, Jónhild Djúrhuus, um kórið, sum nú hátíðarheldur at 20 ára gingin síðani kórið byrjaði.

Kórið av Toftum hevur verið í flestu Missións- og Meinigheitshúsum í Føroyum og tað munnu verða tey flestu, sum hava hoyrt kórið ella hoyrt um Taborkórið.

Jónhild Djúrhuus heldur at trúfesti man verða høvuðsorsøkin til, at kórið eftir 20 ár framvegis syngur á Toftum og aðrastaðni kring landið

– Jesus skal hava alla æruna fyri, at vit kunnu hátíðarhalda 20 ár. Annars man høvuðsgrundgevingin verða trúfesti. Fleiri av kórlimunum hava verið við frá fyrstan tíð. Tey møta trúliga upp til venjingar hvørt hóskvøld og koma við hvørja ferð, vit fara út at syngja. Eitt annað, sum eisini hevur sína ávirkan, er, at fleiri familjur tvs. foreldur, børn og systkin eru partur av kórinum. Hetta er nakað familjan hevur felag. Samstundis eru sterk vinarløg við til at halda kórinum uppi.

Hava ferðast nógv saman

Taborkórið hevur, sum nevnt, sungið nógv ymsastaðni í Føroyum til missiónsvikur o.a, men tey hava eisini verið fleiri uttanlandsferðir saman og tað gevur nakað serligt.

LES EISINI  Taborkórið til Danmarkar í heystfrítíðini

– Tá kórið hevur verið til so leingi, so gevur tað eitt serligt samanhald. Man er saman um sangin, man ferðast runt landið til missiónsvikur og er saman um Jesus. Hetta hevur sanniliga eisini givið okkum nógvar stuttligar løtur saman. Vit hava eisini ferðast uttanlands við kórinum. Í 2011 vóru vit í Reykjavík. Har sungu vit í Hallgrímskirkjuni, Bláu Lón og sungu og høvdu møtið í sjómansheiminum Ørkini.

Í 2018 var kórið í Danmark. Vit búðu í Spjald á Júllandi, men sungu eisini í Århus, Vildberg og enntá á flogvøllinum í Billund. Hetta hava verið framúrskarandi góðir og minniligir túrar. Jú, vit hava eitt gott samanhald, sigur kórleiðarin.

Mini-turné á Toftum

Á Toftum høvdu tey ynkst at kunna hátíðarhildið stóra degin í Missiónshúsinum, men hetta letur seg ikki gera, og tí fer kórið eina mini-turné á Toftum.

– Orsøkin, til at Taborkórið fer á eina mini turné á Toftum í morgin, er tann, at Covid19 hevur forðað okkum í at hátíðarhalda 20 ára føðingardagin í missiónshúsinum. Ístaðin fyri onki at gera, hava vit valt at fara út, koyra runt í bygdini og syngja fyri smáum forsamlingum, og á henda hátt hátíðarhalda okkara 20 ár, sigur Jónhild at enda.

LES EISINI  Vælsignaður veri tann, ið kemur

Taborkórið fer at syngja runt í bygdini sunnudagin 15. nov. frá kl. 15.00 til 18.00.

Fyrsta løta: kl. 15.00 Úti á Nesi
Næsta løta: kl. 15.30 Uppi á Gadd
Triðja løta: kl. 16.00 Vesturskin
Fjórða løta: kl. 16.30 Undir Nesinum
Fimta løta: kl. 17.00 í Rókini
Síðsta framførsla kl. 17.30 á Kajøkinu

Trúboðin ynskir Taborkórinum hjartaliga tillukku við stóra degnum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina