Taborkórið vitjar í Áarstovu í Aarhus

Leygarkvøldið 13. oktober fáa føroysku møtini í Áarstovu í Aarhus serliga vitjan. Tað er Taborkórið av Toftum, sum fer at syngja, og tey eru væl mannað, um 50 fólk tilsamans í ferðalagnum.

Tiltakið byrjar kl. 19:30 (danska tíð), og talari verður Heri Elttør, ið starvast sum trúboðari hjá donsku Indre Missión. Eftir møtið verður ein góður drekkamunnur, siga fyrireikararnir og leggja afturat, at øll, bæði ung og gomul, eru hjartaliga vælkomin!

LES EISINI  Taborkórið til Danmarkar í heystfrítíðini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina