Tað blíðkar fyri hugaðum monnum
Aftur í dag eru sjálvbodnir menn í holt við at slípa, spartla og pussa í nýggju kamarslonini í Leguhúsinum í Nesvík.
Bjarni Skorastein, sum stóð við dustsúgvaranum, tá myndamaðurin kom framvið, helt í spølni fyri, at hetta var ikki nógv øðrvísi enn tað, hann fekst við heima.
Síðsti parturin av útbyggingini av leguhúsinum er at innrætta kamarslonina, og tað verður gjørt av sjálvbodnum. Miðað verður eftir, at kamarslonin er heilt liðugt seint í februar 2020, men tað krevur sjálvandi, at fólk um alt landið taka væl undir og bjóða seg fram at vera við.
Øll kunnu vera við
Alt tað sjálvbodna arbeiðið í kamarslonini er annars skipað í fakøki. Dávur Reinert Hansen á Toftum (227894) er settur at samskipa arbeiðið, og afturat honum eru so settir álitispersónar fyri hvørt fak:
- Máling: Eskild Hansen (215089) og Óli Poulsen, Klaksvík (225690)
- El: Jógvan Reynslág, Argir (291232)
- Timbur: Hans Jákup Hansen, Nes (225368)
- Uttandura: Jørgen F. Andreasen, Leirvík (593070)
- HVS: Bartal Danielsen, Strendur (290388)
Øll, sum vilja vera við, kunnu venda sær til álitispersónarnar fyri tað fakið, sum ein heldur seg til at vera við í. Fólk skulu ikki halda seg aftur, tí brúk er fyri nógvum fólki, eisini teimum mongu, sum ikki hava nakra handverkliga bakgrund. Serliga nógv er at gera av timburarbeiði, málingaarbeiði og uttanduraarbeiði.