Tað er menniskjunnar lutur eina ferð at doyggja

Og eins og tað er menniskjunum lagað eina ferð at doyggja, og eftir tað er dómur.

(Hebr 9,27)

Sum ungur prestur, helt eg tað vera skylda hjá mær at fara inn á gólvið at vitja hjá teimum, ið ikki høvdu høvi at koma í kirkju. Eg kom so statt á gátt hjá øllum teimum gomlu í sóknini. Meg minnist ongantíð at verða illa móttikin. Tó nakað ørkymlandi stundum. Eina standandi útsøgn var aftaná lýsing um likamligar veikleikar, var: “Tíbetur havi eg enn mítt fulla góða vit!” Ája-ája! Tað er so sum so við tí. Deyðin var komin at durinum. Tað sást sjónliga, at deyðin hevði fingið klørnar í mong. Bestu og einastu ráðini, eru ikki at taka tey upp á tungu! Ikki skeinkja hesum ein tanka! Størsta og gátufullasta næst eftir at verða føddur, skilur tú brátt – og síðan ber vísdómur teirra gomlu somu leið sum strutsurin, tá ið veiðumaðurin nærkast: lata eyguni aftur og stinga høvdið í sandin.

Meg minninst ein eldri mann. Hann var seingjarliggjandi. Eg bað hann um at sættast við Gud, meðan hann átti tíðina: “mær er vorðið spáað at liva, til eg veri hundrað ár, svaraði hann. So hann helt seg eiga góða tíð at fáa tað gjørt. Tveir mánaðir seinni, var hann deyður – hóast spádómin. Av sonnum ein gleðileys jarðarferð.

Tað er menniskjunnar lutur eina ferð at doyggja – og síðan dómur. Tað er veruleikin, og tað er tí ikki rætt at  lata eyguni aftur fyri  honum. Vit ferðast hvønn dag millum svíkjarar og drápsfólk, sum goyma seg okkara millum og sleppa undan at standa til svars fyri gerðir sínar; men fyri Gudi letur tað seg ikki gera. Hann finnir okkum.

“Miskunna mær Gud og náða meg! Til deyða eri eg sekur; í syndini átti móðir meg, og misgerð mín angur vekur.” Slb. 276,1