Tað fyllist skjótt á summarlegunum!

26. apríl skrivaðu vit, at tað er gravgangur eftir at sleppa á summarlegu í Nesvík, og at tvær av legunum eru um at vera fullteknaðar. Nú eru báðar hesar legurnar fullteknaðar, og bíðilistarnir eru eisini um at vera fullir. Talan er um leguna í Nesvík 28. juni–2. juli fyri 2.-3. flokk og leguna í Nesvík 11.-15. juli fyri 4.- 5. flokk.

Fyri hesar aldursbólkar er tó framvegis møguleiki at tekna seg til aðrar legur. 2.-5. flokkur kunnu fara á leguna í Porkeri ella leguna á Giljanesi. 3. og 4. flokkur kunnu harumframt tekna seg til leguna í Nesvík 4.-8. juli. Men fyri allar legur ræður um at skunda sær at tekna seg!

Legurnar fyri børn og juniorar eru hesar:

7.-8. flokkur    Wild Life   31. mai – 2. juni

2.-3. flokkur    Nesvík       28. juni – 2. juli (fullteknað!)

2.-5. flokkur    Giljanes     28. juni – 2. juli

LES EISINI  Wild Life er nakað heilt serligt!

2.-5. flokkur    Porkeri      1. juli – 4. juli

3.-4. flokkur    Nesvík       4. juli – 8. juli

4.-5. flokkur    Nesvík       11. juli – 15. juli (fullteknað!)

6.-7. flokkur    Nesvík       18. juli – 22. juli

Kostnaður og tekningarfreistir
Fyri flestu legurnar er kostnaðurin 645 krónur. Tó kostar Wild Life 400 krónur fyri hvønn. Til allar legurnar fáa systkin avsláttur. Eru tvey systkin, fáa tey 40 krónur í avsláttri hvør, trý systkin ella fleiri fáa 80 krónur hvør í avsláttri.

Tekningarfreistin fyri “vanligu” legurnar er 20. juni, men fyri Wild Life longu 27. mai. Tó kunnu legurnar vera fullteknaðar væl áðrenn freistirnar, og tí verður mælt til, at børn og foreldur ikki drála ov leingi við at tekna seg. Royndirnar seinastu árini eru, at legurnar verða fullteknaðar fyrr og fyrr.

Tekningin fer fram her: http://www.mission.fo/hvat-gera-vit/tilmelding/ (ein rindar samstundis)

Onnur tiltøk í summar
Umframt nevndu legur eru onnur tiltøk í Leguhúsinum í Nesvík í summar.

LES EISINI  Eisini lega í Porkeri

Familjulega er 23.-26. juli. Ungdómslega fyri 8.-10. flokk er 4.-8. august. Ungdómslega fyri 17 ára gomul og eldri verður vikuskiftið 16.-18. august, beint áðrenn skúlarnir byrja aftur. Og bíbliuskeið verður 22.-25. august.

Hesi tiltøk verða lýst hvør sær.

Harumframt kunnu vit nevna sangfagnaðin, sum er seinna vikuskifti í heystfrítíðini, 17.-20. oktober.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina