Tað gjørdist ein gevandi túrur 

Eitt ferðalag úr Føroyum fór í vikuskiftinum 23.-25. september til Danmarkar á Echo, sum er ein altjóða ráðstevna sum Indre Mission og Indre Missions Ungdom skipa fyri. Vit hava biðið nakrar av luttakarunum greiða frá, hvat tey fingu burturúr túrinum. 

Størsti parturin av teimum, sum vóru við úr Føroyum sita LandsUngdómsNevndini (LUN) hjá Heimamissiónini. Tá ið nakrir av LUN limunum ikki kundu vera við, valdi LUN at bjóða tveimum afturat við á túrin. Tí vóru tilsamans sjey úr Føroyum.  

Komin heim aftur í øllum góðum, eru tey ungu samd um, at teimum dámdi sera væl at vera á Echo.  

»Tað vóru áhugaverdir bíbliutímar og áhugatímar. Eg møtti nøkrum donskum vinum, sum eg ikki havi sæð í meir enn eitt ár, tað var sera stuttligt«, sigur Bjarta Arge úr Klaksvík. »Mær dámdi sera væl talaran, ið æt Danny Housholder. Hann hevði tvær sera góðar talur. Tað sum sat eftir hjá mær var:  

1. Gud minnist til okkum. Í hesum stóra heiminum minnist Gud til mín.  
2. Vit stríðast fyri at uppliva topparnar í okkara lívi. Men Jesus kom frá sínum toppi niður í okkara dal – og Jesus er størri enn okkara toppar.  

LES EISINI  At tæna tí Gudi, sum hevur sett okkum í frælsi

Judith Johannesen av Toftir greiðir frá, at Echo var væl fyriskipað, við góðum og dugnaligum undirvísarum umframt góðum og viðkomandi evnum. Og so var felagsskapurin eisini góður, sigur hon við einum smíli.  

Tvey seminar um leiðaraskap 

»Eg fekk so nógv ymiskt burturúr vikuskiftinum – men tað vóru serliga tveir seminarar, sum snúðu seg um sunna leiðsla og sunnan felagsskap, sum settu nógvar tankar í gongd. Hetta við fyrst at leiða seg sjálvan, hvussu vit síðani leiða onnur, og so hvussu vit hava ein sunnan felagsskap. Tað var nógv, sum var sera áhugavert«, sigur Judith. 

»Har var nógv ymiskt spennandi á Echo, sum eg kann taka við mær víðari«, sigur Hjalmar Arge úr Klaksvík. Serliga dámdi mær væl eitt seminar eg var til sum æt “Brenna fyri at leiða og ikki brenna út av at leiða”. Tað helt eg vera orduliga gott, og vigtigt at taka til sín, so ein ikki brennir út í Guds ríkis arbeiði.« 

Hesum er Hanna Fonsdal Højgaard av Tvøroyri samd í: »Tað, sum eg serliga taki við mær heimaftur frá vikusskiftinum, eru tvey seminar um leiðaraskap. Tað fyrra gav eina mannagongd fyri, hvussu leiðarar skulu fara fram, og hvat teir serliga skulu leggja dent á. Hesum bleiv greitt frá við at samanlíkna leiðaraskap við ítrottin, ”orientering”. Har myndir sum kumpass, kort, og pannulykt gav mær eina ítøkiliga mynd uppá mína egnu støðu við Guði, hvar eg fari, og um eg eri álítandi hjá øðrum at fylgja.«  

LES EISINI  Nýggjárslegan byrjar í kvøld

Seinna seminarið Hanna luttók í var um, hvussu vit leiða okkara starvsfólk og hjálpa teimum at ikki brenna út. »Her bleiv nógv gott sagt eisini, men tað sum eg serliga fekk eygað upp fyri, var tá talarin vísti á tey trý hv-orðini, sum vit skulu seta okkum sjálvi, tá vit hava við eitt projekt at gera. Hvat, hví og hvussu. Hesar tríggjar spurningarnar setti hann inn í Matt. 28,18-20 (missións/dópsboðini). HVAT skulu vit gera? – Fara og gera øll fólkasløg til lærusveinar hansara, doypa tey og læra tey at vera sum Jesus. HVÍ tað? – Tí honum er fingið alt vald í himni og á jørð. HVUSSU skulu vit gera tað? – her gevur Jesus ikki eitt ávíst hvussu. Jesus veit, at heimurin fer ikki altíð at vera tann sami, sum hann er, tá hann livir. Tað verða øðrvísi tíðir. ”Hvussu” er upp til tín, við teimum talentunum, sum hann hevur givið tær. Eg havi ikki hugsað um tað soleiðis fyrr, men tað setti meg í frælsi at vita, at Jesus ikki vil, at eg skal arbeiða innan kristiligt arbeiði, sum eg ikki havi talent fyri. Hansara ætlan er, at eg kann við gleði arbeiða við tí talentini, sum eg havi,« leggur Hanna afturat. 

LES EISINI  Tvær ungdómsløtur á stórmøtunum

Luttakararnir í ferðalagnum eru sera takksamir fyri, at fleiri missións- og meinigheitshús vóru við til at gera ferðina møguliga við at veita fíggjarligan stuðul. Eitt av endamálunum við túrinum var at vita, um vit skulu senda fleiri føroyingar avstað á Echo næstuferð. Tað verður væntandi á vári 2024, so enn er góð tíð at avgera, um tað er rætta avgerðin at taka. Fyribils niðurstøðan er tí tann, at teir sjey føroyingarnir høvdu ein góðan og gevandi túr. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina