Aftur til forsíðu

Tað skríggjar til himmals

Mynd: Free-Photos frá Pixabay

Tað skríggjar til himmals

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðum fylti 30 ár í gjár! Í minsta lagi tvær greinar verða tó uttan hóvasták skúgvaðar til viks.

Hesin gestabloggur er ikki skrivaður í Føroyum, men Trúboðin heldur, at hann kortini er viðkomandi fyri okkara lesarar.

Dorte Sig Leergaard, landsleiðari fyri Evangelisk Luthersk Netværk, skrivar:

Til lukku við degnum! Barnarættindasáttmálin hjá ST fylti 30 ár í gjár.

Og tað ljóðar jú gott. Ein sáttmáli við serligum atliti at rættindum hjá børnum. Altso at øll børn hava rætt til at yvirliva. At tey hava rætt til at vaksa upp undir sunnum og tryggum umstøðum og til at verða ment.

190 lond hava síðani 1989 skrivað undir Barnarættindasáttmálan – eisini Danmark. Hurra fyri at rætta sjóneykuna móti teimum, ið eru mest útsett!

Men tað er okkurt, sum skríggjar til himmals! Atlit hjá vaksnum at sær sjálvum jarðleggja tey mest grundleggjandi rættindini hjá børnum: Rættin til at liva og rættin til at kenna sín uppruna.

Í sættu grein í Barnarættindasáttmálanum stendur: Luttakaralondini viðurkenna, at eitt og hvørt barn hevur ein natúrligan rætt til lívið. Men í mongum londum er tað ikki ein rættur hjá tí ófødda barninum. Milliónir av lítlum menniskjum verða burturbeind, áðrenn tey yvirhøvur fingu ein møguleika.

Hvussu kunnu politikarar, stjórnir, læknar, leikfólk, ja, fólk í heila tikið bera seg undan at síggja, at tað eru tey mest grundleggjandi rættindini fyri eitt barn – og at tað má vera tann mest grundleggjandi skyldan hjá einum vaksnum at taka sær av tí mest verjuleysa, tí ófødda barninum.

Tað skríggjar til himmals!

Í sjeyndu grein í Barnarættindasáttmálanum stendur, at barnið skal verða skrásett og hava rætt til eitt navn, og, um tað er gjørligt, kenna síni foreldur og verða ansað av teimum.

Heldur ikki hesa greinina verður lagt lag í, tá tað kemur til at taka atlit at rættinum hjá vaksnum til at fáa eitt barn.

Tá klekimammur (rugemor) verða tiknar úr roknistykkinum til fyrimuns fyri barnleys hinskynd ella samkynd, strika tey vaksnu rættin hjá barninum til at liva saman við mammu síni. Tá ein støk kvinna verður við barn við sáði frá einum dulnevndnum sáðgeva, tekur hon sum einki rættin frá barninum til at kenna pápa sín.

Børn verða ikki bara børn í egnum rætti, men ein úrtøka, framleidd, keypt og goldin fyri at nøkta tørvin hjá vaksnum.

Sannlíkt eitt frískt barn. Testað og góðkent til at vera føtt. Tí tey við ‘feili’ hóska ikki inn í myndina.

Tað er so óendaliga langt frá einum bíbilskum veruleika, har eitt og hvørt menniskja er skapað við sínum egna virði.

“Forløg míni eygu tíni sóu…” (Sl 139,16; donsk týðing: ”Da jeg endnu var foster, havde du mig for øje…”)

Tað er gott at festa eyguni á rættindi hjá børnum. Men mundu vit ikki komið longri, um vit løgdu dent á ábyrgdina og skyldurnar hjá vaksnum.

Undanfarna grein

Kristin evangelistur dripin í Turkalandi

Les grein

Jólagáva til fjølbroytta og víðfevnda arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Les grein
Næsta grein
A+

Trúboðin er ókeypis

...men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Dámar tær væl at lesa Trúboðan? So vilja vit fegin spyrja teg, um tú vilt stuðla Trúboðanum.