Aftur til forsíðu

Tær fingu stóran týdning. Hvør gongur í teirra fótasporum?

Tær fingu stóran týdning. Hvør gongur í teirra fótasporum?

Síðst í 1930-árunum, var Alfred Petersen, trúboðari, við til at seta fleiri SKA-ringar á stovn í bygdum um landið. SKA var ein stytting av “Sjómansmissiónsins kvinnuliga arbeiðið”
Ein av hesum bygdum var Leirvík.
Sambært fundarbókini, so hendi hetta sunnudagin, 29. mai í 1938. Til forkvinnu varð Oluffa Johannesen vald og Elsa Joensen til kassameistara.

Ein reglugerð við fimm punktum var orðað í eina fundarbók, sum var felags við hinar SKR-ringarnar. Har stendur millum annað, at limirnir skuldu geva eina fasta gávu hvørt ár til Sjómansmissiónina, og at tær savnaðust fýra ferðir árliga, har Guds orð var frammi og biðast skuldi fyri Sjómansmissiónini. Forkvinnan og kassameistarin vórðu vald fyri 3 ár, men kundu veljast aftur. Eisini skuldu limirnir gera sítt besta fyri at savna pening inn til arbeiðið hjá Sjómansmissiónini og savna limir, og so skuldi roknskapurin leggjast fram til góðkenningar fyrsta møtið á hvørjum ári.

Alfred Petersen skrivaði undir fyri Sjómansmissiónina, men har stendur ongin undirskrift, har  forkvinnan og kassameistarin skuldu skriva undir.
Av einihvørjari ársøk kom arbeiðið, sum var ætlað SKA-ringinum, ongantíð í gongd.

Byrjannin

Petur (Piddi) Johannesen, ættaður úr Leirvík, var leiðari á Tórshavnar sjómansheimi frá 1945 – 1963. Hann var ein íðin leiðari og sá eisini tørvin, sum arbeiðið hjá Sjómansmissiónini hevði fyri stuðlunum frá arbeiðunum hjá kvinnuringunum um landið. Hann ferðaðist tí um landið og stimbraði SKA-ringarnar og setti fleiri nýggjar sjómanskvinnuringar á stovn.

Í 1958 fekk Piddi sett ein sjómanskvinnuring á stovn í Leirvík og tá kom gongd á arbeiðið, og tað er tað enn. Fyrsta forkvinna var Elsa Hansen, meðan Kaja Lervig var skrivari. Sjómanskvinnuringurin savnaðist í Lítla sali í missiónshúsinum, sum nú verður rópt fyri “Gamla missiónshúsið.” Tær savnaðust annaðhvørt mánakvøld í vetrarhálvuni, sum vanliga var frá oktober til apríl. Á skránni var sangur, bøn og andakt. Eisini var drekkamunnur, hugni og upplestur úr onkrari góðari bók. Bússan stóð frammi hvørt kvøld og peningurin, sum kom inn, fór til arbeiðið hjá Sjómansmissiónini.

Nakrar av teimum eldru skiftust um andaktirnar, meðan Olivia Joensen las flestu søgurnar. Við hvørt las Olivia, “Lillan” Nolsøe Olsen søgu. Seinni lósu eisini Malena “Malla” Jacobsen og Jona Danielsen.
Drekkamunnurin var kókaður í missiónshúsinum, meðan kvinnurnar høvdu kopp og køkur við sær. Tað var sera hugnaligt at savnast í sjómanskvinnuringinum, eisini tí fleiri av teimum “eldru”, som tá kortini ikki hava verið so gamlar, vóru bæði hugnaligar og stuttligar.

Millum 14 -20

Einki er skrivað í fundarbókina fyrstu mongu árini, tíverri. Tó meina kvinnurnar, at tær vóru millum 15 og 20, sum savnaðust í ringinum. Tað skal óivað passa, tí fyrsta kvøldið, skrivað er niður, er, 7. okt. 1974. Tá vóru tær 17, og nøvnini standa í bókini. Annað kvøldið vóru tær 14. 16. desember, sum var síðsta kvøldið áðrenn jól, vóru tær 18. Tá var bússan tømd og í henni vóru 626,25 krónur.
Í 1976 standa 30 nøvn í bókini, sum óivað eru tær kvinnur, sum komu í ringin, hóast neyvan allar hava verið sama kvøld.

LES EISINI  Kári Henriksen er nýggjur formaður

Gjørdu jólapakkar

Sjómanskvinnuringurin byrjaði beinan vegin at gera jólapakkar til sjófólkið. Sum oftast var tað okkurt bundnaplagg, so sum hosur, vøttur ella turrklæði, saman við einum sunnudagsblaði ella øðrum kristiligum blaði. Pakkarnir vóru so savnaðir saman og lætnir Tórshavnar sjómansheimi, og seinni Runavíkar sjómansheimi, sum so bar teir umborð á føroysk og útlendsk skip undan jólum. Fleiri kvinnur í ringinum hava fingið tøkkir og heilsanir fyri pakkar. Tøkkirnar bæði fløvar og stimbrar.

Frá 1961 til 1963 vóru Jana Lervig forkvinna og Mary Fjallstein kassameistari; og so tóku Elsa og Kaja við aftur og leiddu ringin heilt fram til 1982.

Góður stuðul

Sjómanskvinuringurin hevði eisini eydnuhjól, ella “basarar” sum tað vanliga var rópt tá, til frama fyri arbeiðið hjá Sjómansmissiónini. Tá bæði bundu og keyptu tær lutir, sum so vóru lutaðir burtur á eydnuhjólunum, sum var í fimleikarhøllini.

4. desember í 1976 høvdu tær eydnuhjól. Tær 700 krónurnar, sum vóru komnar í bússuna tað heystið, vóru nýttar sum vekslipeningur. Eydnuhjólið gav heili 23.300 kr.
Tær høvdu eisini hugnakvøld við burturluting, og tá vóru ofta menninir og onnur við. Innkomni peningurin fór til arbeiðið hjá Sjómansmissiónini, til útreiðslur, sum ringurin hevði og til missiónshúsið.

Sjómanskvinnuringurin hevur ikki bara verið ein góður stuðul hjá Sjómansmissiónini, men eisini hjá missiónsarbeiðinum í Leirvík. Javnan stuðlaðu tær arbeiðinum fíggjarliga.  Harafturat hava fleiri av kvinnunum verið virknar á ymiskan hátt í missiónsarbeiðinum í Leirvík og hjálpt til í felagsarbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Í eina tíð savnaðist sjómanskvinnuringurin týskvøld, men so var tað aftur broytt til  mánakvøld, og tað hevur so verið kvøldið hjá ringinum og er tað enn.
Kvinnur í ringinum vóru eisini til árligu Landsstevnurnar, sum vóru í Havn og sum seinni skiftu millum Havnina og Runavík og sum síðani 1998 hava verið í Leguhúsinum í Nesvík. Tað eru altíð hugnaligir og stibrandi dagar har kvinnur úr øllum landinum hittas til felags endamál.

Øðrvísi kvøld

Hóast innihaldið á kvøldunum, tá ringurin savnaðist ikki er nógv broytt gjøgnum árini, so hava tó nøkur kvøld verið øðrvísi. Fólk hava verið og sagt frá ymiskum hendingum í teirra lívi ella frá onkrum góðum, tey høvdu lisið. Johan Olsen, sjómanstrúboðarin, var av og á og vitjaði og segði frá arbeiðinum í Íslandi og aðrastaðni. Ringurin hevði av og á vitjan av øðrum ringum, og so vitjaði ringurin í Leirvík eisini aðrar ringar.

LES EISINI  Floyt, dútt. Tað er sunnudagsskúli.

Í 1982 gjørdist Alice Vatnhamar forkvinna og Palma Høgnesen, skrivari, og arbeiðið helt fram á sama hátt.
Í 1984 endaðu tær um várið tann 14. apríl við hugnakvøldi, har 32 fólk vóru við. Inn komu 3.704 krónur, og í bússuni vóru 996 krónur. Tá var peningur latin til missiónshúsið og til ætlaða Leguhúsið í Nesvík. Nevnast kann eisini, at í 1986 lótu tær 50 krónur til eina bíbliu, sum tær, saman við øðrum sjómanskvinnuringum, góvu Ova Joensen, sum skuldi rógva til Danmarkar.

19. Januar 1987 skipaðu tær fyri hugnakvøldi, har sjómanskvinnuringarnir í Fuglafirði og Gøtu vóru við. 20 komu úr Fuglafirði, 10 úr Gøtu og 20 úr Leirvík. Harafturat luttóku Johan Olsen, sjómanstrúboðari, og Marius Jacobsen og Regin Høgnesen.
Í 1988 skipaði ringurin fyri tveimum bingospølum til frama fyri nýggja missiónshúsið í Leirvík og fyri Leguhúsinum í Nesvík. Væl av peningi kom inn, og Missiónshúsið fekk 15.000 kr. og Leguhúsið 5.000 krónur.

Flyta í nýggja missiónshúsið.

Seinasta kvøldið sjómanskvinnuringurin savnaðist í Gamla missiónshúsinum, var mánakvøldið, 18. desember, 1989. 16 kvinnur møttu. Tá hevði lítli salurin verið karmurin um flestu kvøld hjá ringinum í 32 ár. Tað var við sorgblídni, at tær søgdu farvæl, samstundis sum tær gleddu seg til nýggjar og betri umstøður.

1. januar 1990 var missiónshúsið vígt. Longu 15. januar skipaði ringurin fyri hugnakvøldi í nýggja húsinum við burturluting. 46 fólk vóru við og inn komu góðar 10.000 krónur.
Í kjallaranum í missiónshúsinum var ein stova gjørd, har ætlanin var at sjómanskvinnuringurin skuldi savnast. Ringurin keypti møblarnar, og har hava tær húsast síðani.

Nýggj leiðsla

Í januar 1990 varð Malla Jacobsen vald til forkvinnu eftir, at Alice flutti til Danmarkar.
Palma var framvegis skrivari. Arbeiðið helt áfram í nýggja missiónshúsinum og uppmøtingin var rættiliga støðug. Arbeiðshátturin var stórt sæð tann sami. Tær stuðlaðu arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini fíggjarliga og við forbøn. Eisini bóðu tær fyri sjófólkunum at gjørdu jólapakkar til teirra. Ringurin stuðlaði eisini sjómansstovuni í Neksø á Bornholm og sjómansheiminum Ørkin í Reykjavík. Øðrvísi hugnakvøld vóru av og á, eitt nú við turrum fiski, spiki og eplum. Aftaná var drekka við pannukøkum og burturluting av einum turrum krovi.

LES EISINI  Danir samlast í bøn.

Seinnu mongu árini hevur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, vitjað av og á og greitt frá arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini. Onnur hava eisini vitjað og greitt frá ymiskum bæði við orðum, myndum og filmi. Hugnakvøld saman við teimum eldru hava eisini verið á skránni. Felagskvøld fyri fleiri ringar vóru eisini av og á á Runavíkar sjómansheimi.

Síðstu mongu árini hava ringarnir í Leirvík, Fuglafirði, Gøtu, Hellunum og Oyndafirði savnast eitt kvøld. Hetta kvøldið skiftir millum størru bygdirnar. Tá eru menninir sum oftast við og tað er stak hugnaligt, stimbrandi og stuttligt. Tá eru bæði nógvar og ymiskar køkur á borðinum og burturluting fyri Sjómansmissiónina.
Í 2004 varð Marna Hansen vald til forkvinnu og Palma helt fram sum skrivari.
Í 2007 varð Julia Nybo vald til forkvinnu og Palma helt fram sum skrivari.
Seinnu árini hevur ringurin av og á savnast á Eldrasambýlinum Giljagarði.

Arbeiðið í dag

Tíðin gongur. Ringurin savnaðist í 32 ár í gamla húsinum og hevur nú savnast í 30 ár í núverandi missiónshúsi. Hóast væl fleiri fólk búgva í Leirvík í dag, enn í 1958, so koma færri í sjómanskvinnuringin nú. Síðsta árið hava Julia og Palma, saman við Kirstin Danielsen, verið í leiðsluni. Tær siga, at tað er trupult at fáa nýggjar og yngri við í ringin. Fleiri kvinnur siga:
“Eg burdi komið”! men tað er trupult at fáa tær at koma fast. Tær eru frá 6 og upp í 12, sum savnast, og tær hava tað bæði gott og hugnaligt saman. Allar kvinnur skulu vera hjartaliga væl komnar í ringin – eisini um tær ikki hava sjómann. Kvinnurnar savnast annaðhvørt mánakvøld í stovuni í kjallaranum í missiónshúsinum, og eru saman frá kl.19.30 til umleið 21.30.

 

Í leiðsluni hesi árini hava verið:

1958 – 1961. Elsa Hansen, forkvinna og Kaja Lervig skrivari.
1961 – 1964.  Jana Lervig, forkv. og Mary Fjallstein skrivari.
1964 – 1982. Elsa Hansen, forkv. og Kaja Lervig skrivari.
1982 – 1990. Alice Vatnhamar, forkv. og Palma Høgnesen, skrivari.
1990 – 2004. Malla Jacobsen, forkv. og Palma Høgnesen, skrivari.
2004 – 2007. Marna Hansen, forkv. og Palma Høgnesen, skrivari.
2007 – 2019. Julia Nybo, forkv. og Palma Høgnesen.
2019 –             Julia Nybo, forkv. Palma Høgnesen og Kirstin Danielsen.
Orð:  Torleif Johannesen, apríl 2020
Keldur: Fundarbókin, kvinnurnar í ringinum og Leirvíkssøgan

Undanfarna grein

Online sunnudagsskúli úr KFUM&K í Klaksvík

Les grein

Lestur til 2. páskadag

Les grein
Næsta grein
A+