Talarar úr Sundalagnum vitja í Ørðavík um vikuskiftið

Hetta er háárstíð fyri missiónsvikur um landið, og eisini í Bønhúsinum í Ørðavík verður missiónsvika.

Møtini verða tvey í tali, leygardagin 25 januar klokkan 20 og sunnudagin 26. januar klokkan 18.

Talarar verða Ólavur Jacobsen úr Hósvík, ið er nýggjur trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, og Jóhan Birgir Dahl-Olsen úr Streymnesi.

Á skránni verður eisini sangur. Á møtinum leygarkvøldið syngur streingjakórið í Porkeri, og sunnukvøldið syngur mansbólkurin. Tá verður eisini høvi at lata eina gávu til arbeiðið hjá Heimamissiónini.

Øll eru hjartaliga vælkomin á missiónsviku í Bønhúsinum í Ørðavík.

LES EISINI  Skráin fyri missiónsvikurnar í Norðstreymoy er nú løgd
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina