Talur sum podvarp

Nú ber til at lurta eftir talum, sum hava verið hildnar í Tabor á Toftum, á fartelefonini. Missiónshúsið Tabor skrivar á heimasíðu sínari, at talur verða útgivnar sum podvarp, og at ein kann tekna hald og fáa boð, tá nýggjar talur verða lagdar út. Nakrar talur eru longu tøkar at lurta eftir.

Er man t.d. einsamallur, ein túr í haganum ella ein rennitúr, kann man skjótt koyra eina talu frá og fáa eitt Guðs orð við á vegnum.

Her eru leinkjur til podvarpið: SpotifyPodBean og Apple Podcast