Talvudagur til frama fyri nýggja bíbliutýðing

Hvítusunnudag 9. juni gongur talvan í flestu fólkakirkjum um landið fyri Føroyska Bíbliufelagið. Endamálið hjá bíbliufelagnum er at geva út Bíbliuna, partar av henni og annað uppruna føroyskt og týtt tilfar, til allar aldursbólkar. Arbeiðið verður fíggjað við stuðli og gávum, og tí er talvudagurin ein kærkomin fíggjarligur stuðul til virksemið.

Innsavnaði peningurin næstu árini fer serliga til nýggju týðingina av allari Bíbliuni úr grundmálunum. Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, sum hevur latið týðingina úr hondum. Nú verður tilfarið lisið ígjøgnum aftur, og bíbliufelagið vónar, at fyrsta nýggja bíbliutýðingin í 60 ár kemur út í 2023.

Í 2017 kom fyrsta gerandisútgávan av Nýggja testamenti “Nýggi Sáttmálin” út, og hann hevur verið sera væl móttikin. Bíbliufelagið er eisini farið í holt við at endurskoða Nýggja Sáttmálan, og ætlanin er at geva hann út aftur seint í 2020.

Partur av virki bíbliufelagsins er eisini at stuðla bíbliuútgávum úti í heimi, so at tey, ið lítla ella onga atgongd hava til Bíbliuna á sínum egna máli, kunna fáa henda møguleika. Seinast varð stuðul latin atsøktum kristnum í Miðeystri.

LES EISINI  Stuðulsdagur hjá Bibliufelagnum hvítusunnudag

Bíbliufelagið er virkið á heimasíðuni www.biblia.fo og á Facebook. Eisini hevur felagið útgivið eina framúrskarandi bíbliu-app til snildfonir og teldlar.

Meiri fæst at vita um bíbliufelagið á www.biblia.fo, skrivar Føroyska bíbliufelagið at enda, við vón um góðan fíggjarligan og andaligan stuðul.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina