Tankar á staðnum

Her er ein lítil heilsan úr Ísrael. Eg eri við einum bólki á 21 fólkum, sum eru á bíbliuskeiði, sum Ísraelsmissiónin skipar fyri.

Vit fóru úr Føroyum mánadagin 26. juni og koma aftur fríggjadagin 14. juli.

Vit fara túrar ymsastaðni í landinum at vitja støð, sum vit á onkran hátt kenna úr bíbliuni. Vit fáa eisini fantastiska góða bíbliu undirvísing frá Øssuri Kjølbro.

Í gjár vóru vit og vitjaðu staðið, har Jesus mettaði teir 5000 við fimm breyðum og tveimum fiskum, sum vit millum annað lesa um í Markusi 6,30 – 44.

Eg kom at hugsa um tann ótrúliga framíhjárættin, vit sum kristin hava. Vit hava ein faðir, sum tekur sær av okkum hvønn dag. Vit hava ikki altíð alt tað, sum vit ynskja okkum, ella tað, sum vit halda, vit hava tørv á, men tað, sum vit veruliga hava tørv á, fáa vit í tøkum tíma.

Eg kenni meg so signaða at búgva í einum landi, har orðið hevur verið boðað, so eg kom at kenna Jesus. Tað er ein so stór gáva og signing, at eg havi ikki orð, sum kunnu lýsa tað.

LES EISINI  At vaksa og bera vøkstur

Eg stóð har og hugdi út yvir vatnið, vassaði eitt sindur og hugsaði um hvussu rík eg var at uppliva Guðs stóru miskunn og náði. Hann, sum læt sítt lív fyri meg. Hann, sum reis uppaftur og vann mær ævigt lív, um eg velji at fylgjast við honum. Hann, sum gjørdi tað sama fyri tykkum eisini. Tað er hesum, vit hava allar mestan tørv á.

Hetta vóru bara nakrir tankar, sum komu við at vera á staðnum, har tað hendi.

Heilsan Rósalind Olsen, hini lata øll heilsa

Mark 6:30-44:

v30 Og ápostlarnir komu saman aftur hjá Jesusi, og teir søgdu honum frá øllum tí, sum teir høvdu gjørt, og øllum tí, sum teir høvdu lært.

v31 Og hann sigur við teir: «Komið tit nú sjálvir burtur einsamallir í ein óbygdan stað og hvílið tykkum eitt sindur.» Tí at har vóru mong, sum komu og fóru, og teir fingu ikki so frægt sum matnáðir.

LES EISINI  Er tín stuðul veruliga ein stuðul?

v32 Og teir fóru við bátinum burtur í ein óbygdan stað, einsamallir.

v33 Og fólk sóu teir fara avstað, og nógv kendu teir, og tey flokkaðust saman hagar til gongu úr øllum bygdunum, og tey komu undan teimum.

v34 Og tá ið hann kom upp á land, sá hann eina stóra

0 mannfjøld, og honum tókti hjartaliga synd í teimum, tí at tey vóru sum seyðir, ið ongan hirða hava; og hann tók undir at læra tey mangt.

v35 Og tá ið tað longu fór at verða væl fram, komu lærusveinar hansara til hansara og søgdu: «Staðurin er óbygdur, og tað er longu væl fram.

v36 Lat tey fara frá tær, so at tey kunnu koma til garðarnar og bygdirnar her í nánd og keypa sær okkurt at eta.»

v37 Men hann svaraði og segði við teir: «Gevið tit teimum at eta.» Og teir siga við hann: «Skulu vit fara avstað og keypa fyri tvey hundrað denarar í breyði og geva teimum at eta?»

LES EISINI  Lestur til triðja sunnudag í advent

v38 Men hann sigur við teir: «Hvussu mong breyð hava tit? Farið og vitið!» Og tá ið teir høvdu hugt eftir, siga teir: «Fimm, og tveir fiskar.»

v39 Og hann bað teir lata øll setast niður í hitt grøna grasið, samlag við samlag.

v40 Og tey settust niður í flokkum, hundrað í summum, og fimmti í summum.

v41 Og hann tók hini fimm breyðini og báðar fiskarnar og leit upp til himmals og vælsignaði; og hann breyt breyðini og fekk lærusveinunum tey at bera teimum; og báðar fiskarnar býtti hann eisini sundur ímillum øll.

v42 Og tey fingu sær øll og vórðu mett.

v43 Og teir hentaðu upp í tólv fullar tægur av molum, eisini av fiskunum.

v44 Og teir, sum etið høvdu breyðini, vóru fimm túsund menn í tali.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina