Tann gloymdi persónurin í jólaevangeliinum
Sum barn minnist eg, at tað var ein kapping um, hvør skuldi hava hvønn leiklut, tá ið vit í sunnudagsskúlanum framførdu jólaevangeliið. Genturnar vildu allar vera Maria og halda Jesusbarninum. Tað var eisini stuttligt at lata seg í hirðaklæðini ella at spæla seyður ella kúgv og gera stuttlig ljóð.
Daniel K. Eng skrivar:
Men eg minnist ongan, sum fegin vildi vera maður Mariu. Jósef er ofta tann gloymdi persónurin í jólaevangeliinum, men soleiðis eigur tað ikki at vera. Gud í himlinum útvaldi Jósef sum faðir at Jesusi. Lat okkum hyggja eftir, hvat Matteus evangelistur sigur um Jósef.
Ætt Jósefs
Í Matteus 1,1-17 lesa vit um ættartal Jesu frá Ábrahami til Jósef. Í hesi ættartalvu eru tveir persónar nevndir, sum vit skulu leggja merki til. Ábraham og Dávid.
Tvey túsund ár áðrenn Jesus varð føddur, gav Gud Ábrahami eitt lyfti: Allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær (1 Mós 12,3). Við Jesu føðing helt Gud sítt lyfti.
Túsund ár áðrenn Jesu føðing gav Gud Dávid eitt lyfti. Tá ið Dávid bleiv kongur yvir Ábrahams fólki, so lovaði Gud, at ein av eftirkomarum Dávids skuldi ráða yvir einum ævigum ríki (2 Sám 7, 11-16). Jesus uppfylti hetta lyftið. Jesus, tann salvaði, Messias, sum skuldi bjarga fólkinum og grunda eitt ævigt ríki.
Sum Ábrahams og Dávids eftirkomari var Jósef egnaður at vera jarðiski pápi Jesus. Orsakað av hansara ætt.
Men tað er annað enn familja, sum ger, at vit eiga at minnast Jósef. Tað er hansara trúgv.
Trúgv Jósefs
Í Matteus 1,18-25 eru trý dømi um, hvussu Jósef gjørdi tað, sum Gud bað hann gera. Vit kunnu læra nakað av hansara trúgv.
1. Jósef ofraði sítt umdømi, tá ið hann giftist við Mariu
Jósef fekk at vita, at Maria var við barn, meðan tey vóru trúlovað. Jósef átti ikki barnið (Matt 1,18-19). Kortini vísti Jósef Mariu virðing, við í loyndum at vilja skilja seg frá henni. Men ein eingil vísti seg fyri Jósefi í einum dreymi og segði: “Jósef, sonur Dávids! Óttast ikki fyri at taka Mariu, konu tína, til tín; tí at tað, sum hon ber undir belti, er av hinum heilaga anda. Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra” (Matt 1,20-22).
Men um Jósef skuldi giftast við Mariu, so mátti hann eisini hugsa um sítt egna umdømi.
Ímynda tær, hvussu fólk hava teskað og slatrað, tá ið tey frættu, at Jósef skuldi giftast við eini konu, sum var við barn.
Jósef visti, at fólk fóru at ákæra hann fyri at hava gjørt Mariu við barn, áðrenn tey giftust, men Jósef gifti seg við henni kortini (1,24). Við hesum vísti hann, at hann trúði tí, sum eingilin hevði sagt við hann. Hóast Jósef fór at verða útsettur fyri spotti og møguliga eisini verða útstoyttur, so var hann Gudi lýðin.
2. Maria var moyggj, líka til Jesus varð føddur
Tað er vert at leggja merki til hetta. Maria var moyggj, tá ið Jesus varð føddur. “Men tá ið Jósef vaknaði upp úr svøvni, gjørdi hann, soleiðis sum eingil Harrans hevði boðið honum, og tók konu sína til sín. Men hann kom henni ikki nær, fyrr enn hon hevði átt son, og hann kallaði navn hansara Jesus” (Matt 1,24-25).
Hetta hevur kravt nógv sjálvstamarhald av Jósefi. Hóast Jósef og Maria vóru gift ein part av tíðini, meðan Maria gekk við Jesusi, so fullførdu tey ikki hjúnabandið.
Matteus minnir okkum á profetiið hjá Jesaja: “Men hetta hendi alt samalt, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av Harranum við profetinum, ið sigur: “Sí, moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel”; tað merkir: “Gud við okkum” (Matt 1,22-23 og Jes 7,14).
Fyri at Jósef kundi halda seg kynsliga frá Mariu, so mátti hann hava álit á, at tað barn, sum Maria bar undir belti, var tann lovaði Messias – Guds sonur.
3. Jósef gav barninum navn
Um vit lesa ov skjótt, so er skjótt, at vit ikki leggja merki til henda lítla setningin: “og hann kallaði navn hansara Jesus” (Matt 1,25).
Við at geva barninum navn gjørdist Jósef faðir at barninum, og soleiðis ættleiddi hann Jesus sum sítt egna barn.
Hann trúði tí, sum eingilin hevði sagt við hann: hetta barn var gitið av heilagum anda og ikki av einum øðrum manni. Jósef tók leiklutin sum fosturpápi á seg.
Jósef átók sær ikki einans leiklutin sum fosturpápi. Hann gav ikki barninum eitt navn, sum longu var í familjuni. Nei, hann kallaði navn hansara Jesus. Hetta var navnið, sum eingilin hevði givið honum og sum merkir “Harrin frelsir”. Eingilin hevði sagt, at Jesus skuldi frelsa fólkið frá syndum teirra (21. vers). Hesum trúði Jósef. Hann vísti sína trúgv við at geva Jesusi navn.
Trúarhetja
Jósef tók ábyrgd, sá burtur frá sínum umdømi, giftist við Mariu og uppaldi eitt barn, sum ikki var hansara. Hetta gjørdi hann, tí hann trúði, at Jesus var tann, sum eingilin segði hann vera.
Ja, av tí at Jósef var av Ábrahams og Dávids ætt, so var hann egnaður at vera pápi Jesus. Men hvat er tað, sum eyðkendi Jósef, sum Gud útvaldi at vera faðir at sínum soni? Hansara trúgv.
Tí átti tað at verið ein kapping millum ungar dreingir at sleppa at fáa leiklutin sum Jósef, tá ið børnini framføra jólaevangeliið.
Jósef trúði á Jesus, og hóast tað kravdi nógv av honum, so gjørdi hann eisini eftir hesi trúgv, við at seta Gud høgt og seg sjálvan lágt. Tað kann væl vera, at Jósef stendur friðarligur har í bakgrundini í jólaevangeliinum, men tað er júst hetta, sum ger hann til eina trúarhetju.
Daniel K. Eng undirvísir í nýggjatestamentligum grikskum í Moody Theological Seminary og University of Cambridge.
Andrias Magnussen týddi frá thegospelcoalition.org