TeenStreet 2023 – stórur tørvur á leiðarum og hjálparfólkum

TeenStreet er ein tvørkirkjulig altjóða lega fyri tannáringar, sum verður hildin í Týsklandi. Legan varð fyrstuferð hildin í 1993 í samband við eina trúboðarastevnu hjá OM. Tá vóru tað børn hjá trúboðarunum, sum vóru á legu. Síðani er luttakaratalið fleirfaldað, og ígjøgnum fleiri ár hava túsundtals føroyingar verið á TeenStreet.

Seinnu árini hevur TeenStreet verið merkt av korona. Í 2020 bar ikki til at hava eina stóra legu, men tá vóru 10 legur skipaðar runt um í Føroyum. Í 2021 var heldur einki altjóða TeenStreet í Týsklandi, men í Føroyum var ein felagslegu í skúlanum á Argjahamri. Í fjør var TeenStreet í Spania, har uml. 300 føroyingar vóru við.

Í ár verður legan aftur í Týsklandi – hesuferð í Offenburg. TeenStreet verður í døgunum 29. juli til 5. august. Evnið fyri leguna verður “Seen” (sæddur) og er tikið úr Dánjalsbók og Jesu fjallaprædiku.

Stórur tørvur á leiðarum og hjálparfólkum

Tilmeldingin til TeenStreet 2023 lat upp í mars og nógvir tannáringar hava longu meldað seg. Tí er stórur tørvur á vaksnum fólkum, sum kunnu vera leiðarar og hjálparfólk.

LES EISINI  MINI TEEN-STREET 2020 - meira enn 2.000 vitjanir

TeenStreet Føroyar legði eina áheitan út á facebook síðuna, har heitt verður á fólk um at biðja fyri fleiri leiðarum og ein áheita á tey vaksnu um tekna seg sum leiðarar.

Vilt tú vera við at broyta lív?

Tilber at melda seg til TeenStreet HER

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina