TeenStreet Life byrjar í dag

Stóra árliga TeenStreet legan, ið eftir ætlan skuldi verða í Týsklandi í summar, verður í ár í einari øðrvísi útgávu. Í ár verður eingin lega í Týsklandi orsaka av koronu, men ístaðin verða fleiri smærri TeenStreet Life legur ymsastaðni í Føroyum.

22 samkomur hava boðað frá luttøku, og tað verða heili 10 legur í døgunum frá 4.aug til 8.aug.

Samkomurnar skulu hvør í sínum lagi skipa eina lítla legu á staðnum. Samkoman hevur stóra ávirkan á, hvussu legan verður samaskrúva við túrum, legubáli, fyrilestrum, ítrivi, undirvísing, sangi osv. TeenStreet Føroyar leverar saman við TeenStreet International, tilfarð til “main hall”, “Throne Room”, andakteshefti, íblástur á heimasíðu osv.

Ein lega verður í Klaksvík, seks legur verða í eysturoynni, ein í Havn, ein í Sørvági og ein í Vági.

 

LES EISINI  Teenstreet – eitt spennandi kristiligt tiltak fyri tannáringar
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina