TeenStreet Life: Tillagingar og avbyrging

Nú korona-smitttan aftur ger um seg í Føroyum eru broytingar gjørdar í samband við TeenStreet legurnar, sum byrjaðu í gjár.

Í Tórshavn hava tey deilt leguna upp í fleiri smáar bólkar, meðan aðrar legur halda fram, men verða avbyrgdar. Hetta merkir, at eingin óviðkomandi skal koma á økið.

TeenStreet Føroyar sigur annars í teirra dagføring, at tað hevur gingið fyrimyndarliga væl á legunum – hóast broyttu umstøðurnar. Tey leggja afturat, at um foreldur kenna seg ótrygg at hava teirra børn á legunum og heldur ynskja at hava børnini heima, so er møguleiki at taka børnini úr leguni.

Sí annars dagføring frá TeenStreet Føroyar:

 

Meiri kunning kann lesast á om.fo og á facebooksíðuni hjá TeenStreet Føroyar

LES EISINI  Ótrúliga spennandi TeenStreet 23
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina