TeenStreet manglar leiðarar
Tað er gleðiligt at hoyra, at so nógv ung fara á TeenStreet í ár.
Men – tað manglar framvegis leiðarar.
Hevur tú hug at royna teg sum leiðari, so ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við tey á TeenStreet.fo, ella tú kanst eisini skriva til mín, um tú hevur spurningar.
TeenStreet er EINASTANDANDI – ein gyltur møguleiki hjá ungum at koma í samband við onnur trúgvandi úr øðrum londum.
Og best av øllum, so er tað eitt stað, har tey kunnu mennast og koma nærri Gudi.
Og trúgv mær – leiðarar fáa eisini nógv burturúr! Tú fært bæði felagsskap, andaligan vøkstur og minnir fyri lívið.
Um tú ikki sjálvur/tú sjálv ætlar at fara, men kennir onkran, sum kundi hugsað sær at verið leiðari – send teimum hesi boðini.
Vil tú vera við í tí føroyska ferðaliðinum, mást tú skunda tær – freistin at tilmelda seg er 18. mai‼️
Men tað kann verða fullteknað áðrenn, so tað er nú, tú skalt taka stigið!
Kartin Høgnesen,
ungdómsráðgevi