Tekning til summarlegurnar gongst væl

Vit fegnast stórliga um, at verulig gongd er komin á tilmeldingarnar til legurnar komandi summar. Fyrsta summarlegan er longu fult teknað og aðrar hava ikki mong pláss eftir. Líkt er til, at vit nú veruliga hava tørv á og ynski um at savnast aftur, eins og vit gjørdu undan farsóttini, ið herjað hevur um allan heim hesi seinastu 2 árini. Um fultteknað er, so mæla vit til kortini at skriva seg upp á bíðilistan.

Um tit vilja tryggja børnum tykkara pláss í summar, so er lættast og skjótast at fara inn á heimasíðuna og tekna barn/børn tykkara á mission.fo/tilmelding ella við at trýsta á hesa leinkju

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina