Tekningarfreistin til PODAS longd nakrar dagar

11. árið á rað verður farið undir nýggjar Podas-flokkar um landið. Tríggir Podas 1-flokkar og tríggir Podas 2-flokkar fyri tey, ið hava tikið Podas 1 frammanundan. Podas bjóðar góða frálæru, viðkomandi tilfar og lívgandi felagsskap.

“PODAS Ekklesias” er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur bíbliuskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá september til apríl. Frálæran byrjar í hesum døgum, men tekningarfreistin er longd nakrar dagar, so fleiri fáa høvi at luttaka.

Hesi 11 árini, Podas hevur virkað, hava fleiri enn 600 fólk gingið á Podas, bæði ung og eldri, kvinnur og menn, roynd í trúnni og óroynd.

Seks støð um landið

Podas 1, sum er fyri tey, ið ikki hava tikið Podas áður, verður á trimum støðum:

LES EISINI  Tilmeldingin til Podas er byrjað

Í Vesturkirkjuni í Havn mánakvøld klokkan 17:30-19:30. Byrjað varð 23. september, og leiðarar eru Liljan og Kim Midjord.

Í Kirkjuhúsinum á Strondum týskvøld klokkan 19:30-21:30. Byrjað verður 24. september, og leiðarar eru Mariann D. Poulsen og Bartal Danielsen.

Í Kirkjuhúsinum í Hvannasundi og Viðareiðis missiónshúsi (aðru hvørja ferð) hóskvøld klokkan 19:00-21:00. Byrjað verður 26. september, og leiðarar eru Jóannes Purkhús, Annubeth Absalonsen, Monica-Mari Ziska og Leivur í Buð.

Podas 2 er fyri tey, ið hava tikið Podas 1 og vilja læra meira, og verður eisini boðið út í trimum støðum:

Í Gøtu kirkju mánakvøld klokkan 19:00-21:00. Byrjað verður 30. september, og leiðari er Rannvá Langgaard.

Í Vesturkirkjuni í Havn týskvøld klokkan 18:00-20:00. Byrjað verður 1. oktober, og leiðarar eru Randi Joensen og Derhard Jógvansson.

Í Miðvágs missiónshúsi hóskvøld klokkan 19:30-21:30. Byrjað verður 3. oktober, og leiðarar eru Hanna Nattestad, Barbara H. Jensen og Sveinur Thomasen.

Tað praktiska

Luttøkugjaldið fyri ein vetur (bøkur og annað) er 2.500 krónur fyri einstaklingar og 3.500 krónur fyri pør. Til ber at gjalda í pørtum. Ein teknar seg hjá Barbaru Hannudóttir Jensen hannudottir@olivant.fo (tel 266355). Bøkur og tilfar fæst við skúlabyrjan.

LES EISINI  Podas gudstænasta í Vesturkirkjuni

Hevur ein spurningar, kann ein venda sær til skúlaleiðaran Bergur D. Joensen bergur@kirkjan.fo

PODAS Ekklesias er eisini á facebook: facebook.com/PODASEkklesias

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina