TEMA-dagar í Havn frá hóskvøldinum
Meinigheitshúsið í Havn skipar fyri einum nýggjum tiltaki næstu dagarnar, har sjóneykan verður sett á ávíst tema í fýra dagar. Endamálið er fyrst og fremst at styrkja bíbliukunnleikan, og ætlanin er, at slíkir temadagar verða eitt afturvendandi tiltak.
Heri Kjærbo er formaður í stýrinum fyri Meinigheitshúsið:
– Hetta er eitt nýtt innanhýsis tiltak, har vit hava fólkið í meinigheitini í huga. Vit fara ígjøgnum eitt ávíst tema í Bíbliuni, sum vit steðga við í nakrar dagar, tí vit halda, at tað er tørvur á at styrkja bíbliukunnleikan, sigur Heri.
Støði í avbjóðandi tíð hjá Guds fólki
Evnið fyri temadagarnar verður Guds náði og miskunn. Støðið verður tikið í tí serliga tíðarskeiðnum hjá Ísrael, tá tey vendu heim úr útlegdini í Bábylon til eina nýggja byrjan.
Tiltakið fer fram í Meinigheitshúsinum, og undirvísarar verða gudfrøðingarnir Pauli Berthelsen og Jákup E. Petersen. Fyrstu ferð er hóskvøldið, og hvørt kvøld verður byrjað kl. 19:30, uttan sunnukvøldið, tá tað verður kl. 18:00.
Sangur verður eisini á skránni hvørt kvøld. Hóskvøldið syngur Jan Jacobsen, fríggjakvøldið luttaka Heðin Askham og eisini Argjakórið við sangi, leygarkvøldið vitjar Effatakórið, og sunnukvøldið syngur lovsangsbólkur úr Meinigheitshúsinum.
Samlaði “profilurin” í broyting
Sum heild verða broytingar gjørdar í teimum tiltøkum, sum Meinigheitshúsið í Havn skipar fyri. Herfyri skrivaðu vit um “Bøn og fransbreyð”, sum byrjaði seinasta heyst, í hesi vikuni verður farið undir temadagar, og í heyst er ætlanin at royna enn eitt nýtt tiltak, sum burturav skal venda sær til fólkið í býnum, serliga tey ungu. Tað tiltakið verður ikki staðsett inni í Meinigheitshúsinum.