Hvussu vera ein meinigheit, sum røkkur út lokalt og globalt?

Hvussu kunnu vit vera ein meinigheit, sum røkkur út til nærumhvørvi samstundis sum vit eru virkin í altjóða missión? Hendan spurningin verður gravað djúpri í til TEMA-dagarnar í Meinigheitshúsinum 26.-28. januar, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Fokus verður sett á missión í nær- og fjarumhvørvinum – at breiða út gleðiboðskapin í Tórshavn, Føroyum og líka til ytstu endamark á jørðini.

Undirvísari verður Rolf Kjøde úr Norra. Rolf er gudfrøðingur og var aðalskrivari í Normisjon í fleiri ár og formaður í felagsskapin Tent International. Hann er væl grundaður í Guds orði og hevur nógvar royndir innan missiónsarbeiði, bæði lokalt og globalt.

Skráin fyri TEMA-dagarnar:

Fríggjadag 

Kl. 19:30 – ‘Ein nýggjur samleiki – tey “kristnu” í Antiókia’ (Áps. 11,19-30)

  • Drekkamunnur eftir møti

Leygardag

Kl. 09:00 – Meinigheit, fólkaferðing og missión (Áps. 13,1-3)

  • Byrjað verður við morgunmati

Kl. 19:30 – Tjaldmakari fyri evangeliinum – undir krossi og trongd (Áps. 14,21-28)

  • Drekkamunnur eftir møti

Sunnudag 

Kl. 17:30 – Evangeliið til øll! (Áps. 15,22-35)

  • Nátturði eftir møti
  • Barnaansing
LES EISINI  Meinigheitshúsið í Havn nýggja heimasíðu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina