Tey 4 B’ini
Í hesum tíðum har hvørki møtir ella gudstænastur eru, hava vit brúk fyri at samlast og styrkja hvønn annan í tí andaliga. Vit heita tí á, at tit skipa tykkum í smærri bólkar – til dømis 4-6 persónar – og møtast 1 ferð um vikuna, har tit tosa, syngja og biðja saman.
Ein vegleiðing eru tey 4 B’ini
- Byrjan
- Bøn
- Bíblia
- Brøðralag
Byrjan
Tá tit møtast, byrja tit fyrst við at fortelja, hvat tit stríðast við fyri tíðina. Tað kann vera gleðiligt, sorg ella bønarevnir.
Bøn
Síðani er tað vanligt at hava eina bønarløtu saman. Biðið persónligt fyri hvørjum øðrum, um tað er onkur, ið hevur trupulleikar. Tað er eisini gott at hava tíð til at tilbiðja Gud. Tað ger man longu í bønini, men syngið kanska nakrar sangir, ið minna á, hvør Gud er. Tí so er kvøldið ikki bara um, at tit tosa saman, men at Gud er miðdepilin, og tit venda tykkum til hansara saman.
Bíblia
Aftan á bønina er tíðin komin til at lurta eftir, hvat Gud vil siga okkum. Les úr bíbliuni, finn ein tekst, ið hóskar til evnið og tosið saman um, hvat teksturin sigur tykkum.
Brøðralag
Til síðst kunnu tit hugsa um, hvussu tit kunnu tæna hvørjum øðrum. Er tað nakað tit sum bólkur kunnu hjálpa við og gera? Til dømis kann tað vera, at tit skulu bjóða onkrum nýggjum við í bólkin. Ella kanska Gud hevur givið tær eitt kall at biðja fyri onkrum serligum.
Skrivað hevur Simon Hauge Lindberg
Kelda: smaagrupper.dk/ við loyvi frá IMU