Tey kristnu í Myanmar: “Biðið fyri okkum”

Eftir hernaðarkvettið í Myanmar (fyrr Burma) tann 1. februar, biðja tey kristnu í landinum nú sínar brøður og systrar kring heimin um forbøn.

Um hernaðarkvettið greiðir Open Doors Danmark frá í einum tíðindaskrivi:
“Teir fongslaðu landsins leiðara Aung San Suu Kyi og 22 aðrar limir í flokkinum National League of Democracy (NLD). Herurin leggur tey undir valsvik í sambandi við seinasta valið, har hernaðarligu bólkarnir fingu fæst atkvøður.
Meginparturin av fólkinum í Myanmar er buddistar, men tað er eisini ein partur kristin, hvørs framtíð nú er ótrygg”.
Í sambandi við kvettið stongdi herurin streymin og internetið í øllum landinum. Tí er tað trupult at fáa tíðindi um støðuna hjá teimum kristnu.
Til tess at tryggja sær valdið, hevur herurin í Myanmar sett fyrrverandi generalar og onnur hernaðarfólk í lyklastørv í nýggju stjórnini. Harvið hevur herurin eftirlit við bæði fíggjar-, landamark-, mentanar- og átrúnaðarmálaráðunum.
Tað er eyka ørkymlandi fyri tey kristnu í landinum, at herurin viðurkennir seg til buddiska tjóðskaparkenslu og hevur í fleiri áratíggju lopið á bygdirnar og kirkjurnar í teimum kristnu økjunum, skrivar bretska kristna tíðindastovan Christian Today.
Sambært Juliu Bicknell, ein blaðkvinna, ið er knýtt at Open Doors, hatar herurin tey kristnu og avvísir at meta tey sum lógligar borgarar í landinum.

LES EISINI  Víðgongdir hinduarar neyðtóku fýra ára gamla gentu, tí pápin vildi ikki gevast við at boða gleðiboðskapin

Kelda: Udfordringen
Torfinn Jacobsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina