Thabor í Fuglafirði 100 ár
Í 1904 var fyrsti trúboðarin hjá donsku Indremissión settur í starv í Føroyum. Tað var Axel Frederik Moe, sum flutti til Vágs og byrjaði at halda møti har og í øðrum bygdum í Suðuroynni.
Missiónsarbeiðið mentist og møti blivu nú hildin í nógvum bygdum og býum kring landið. Eisini í Fuglafirði blivu fólk kallað og vendu sær til Jesus. Nøkur teirra hildu møti í skúlanum og dansistovuni. Eisini vita vit, at sunnudagsskúli var í bygdini.
Andligar vekingar vóru kring landið, og eftir fáum árum byrjaðu missiónsfólkini at byggja missiónshús til sítt virksemi. Í 1923 komu eisini ætlanir um at byggja eitt missiónshús í Fuglafirði.
Tann 12. oktobur 1924 bleiv missiónshúsið Thabor í Fuglafirði vígt og tikið í nýtslu. Hetta verður hátíðarhildið sunnudagin 13. oktobur. Í hesum sambandi hevur stýrið heitt á Frants Jensen at skriva ein bókling um missiónsarbeiðið frá byrjan til nú. Bóklingurin, ið er 64 bls. við nógvum myndum, verður borin í hvørt hús í Fuglafirði.
Tann upprunaliga fundarbókin, sum byrjar í 1924, er enn til taks, so góðar keldur eru, sum lýsa ta fyrstu tíðina. Eisini er gott keldutilfar tøkt eftir Chr. Høj, sum savnaði nógvar søguligar upplýsingar í eitt handrit, sum ongantíð er útgivið, men kortini er til skjals.
Føðingardagshaldið verður í Thabor sunnudagin 13. oktobur við hesari skrá:
Kl. 12.00 Gudstænasta í kirkjuni
Barnakórið í Thabor syngur
Kl. 15.00 Føðingardagshald í Thabor
Bókaframløga
Søguligt afturlit
Sangframførslur: Manskórið í Thabor og Sangbólkurin Cantus Deo
Heilsanir
Drekkamunnur við lagkøku
Kl. 18.00 Sangløta
Gospelkórið í Thabor syngur
Heilsanir
Andakt
Nátturði og hugnalig samvera
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Trýst á myndirnar niðanfyri og tær verða størri.
















