The Chosen: Nú kemur triðja røðin

Ein jólagáva er á veg til teir ótolnu fjeppararnar av væl umtóktu sjónvarpsrøðini The Chosen. Fyrstu tveir partarnir í triðju røðini vóru frumframvístir í biografum í USA tann 18. November, og nú verður øll røðin skjótt tøk hjá øllum. Møguliga longu sunnudagin 11. desember. 

Søgan í røðini er bygd upp um frásagnirnar um Jesus, soleiðis sum vit lesa tær í evangeliunum. Hetta kann ljóða sum nakað, sum hevur verið at síggja áður, men so er ikki! Handritahøvundurin, Dallas Jenkins, megnar til fulnar at javnviga millum at endurgeva evangeliini og at greiða frá um lívið hjá lærusveinunum. Úrslitið er ein bíbliusøga, sum letur evangeliini upp á ein nýggjan hátt, eisini hjá teimum, sum hava lisið evangeliini fleiri ferðir. 

Høvuðsevnið í hesi røð er við íblástri úr Matteus 11:28 Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.  

Sjónleikarin, Jordan Ross, sum hevur leiklutin sum tann yngri Jákup (sonur Alfeusar), hevur avdúkað, at hansara leiklutur verður meira sjónligur í triðju røð.  
Útfrá fyrstu ummælunum og viðmerkingum til nýggju røðina sæst, at Jesus og Jákup hava eina longri framrøðu. Hvat teir tosa um, verður ikki avdúkað her, men samrøðan hevur skapt kjak um, hvat eitt sjúkt menniskja kann vænta, tá ið viðkomandi biður Jesus um hjálp. 

LES EISINI  The Chosen: nýggjar upptøkur verða gjørdar.

Dallas Jenkins hevur áður greitt frá, at í nýggju røðini er meira myrkur enn í undarfarnu røðunum. »Hetta merkir sjálvandi, at vónin lýsir enn meira bjørt«, sigur Dallas Jenkins og heldur fram: »Eg eri errin av teimum tingum, sum vit hava tikið við, og sum verða søgd við eitt sindur meira spenningi og mótstøðu. Vit vága eitt sindur meira.« 

Røðin hevur, eins og tær undanfarnu, átta partar. Men, sum skiltst, so eru nýggju partarnar eitt sindur longri enn áður. 

Soleiðis ber til at síggja The Chosen: 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina