Tíð at hugsa um jólapakkar til sjófólkið

Hóast vit eru í oktober mánaði, er longu tíð at hugsa um jólapakkarnar til sjófólkið.

– Tey fyrstu skipini, sum verða burtur á jólum, fara heilt skjótt, og skulu hava jólapakkarnar umborð, áðrenn tey fara. Tí hevði tað verið gott at fingið nakrar jólapakkar longu nú, sigur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari.
Hann leggur afturat, at tað lættir munandi um útberingina, um jólapakkarnir koma inn í góðari tíð.
Pakkarnir kunnu latast inn hjá Fiskimannafelagnum á Bryggjubakka í Havn, skrivstovuni hjá Bláa Krossi í Runavík, sjómansheiminum í Klaksvík og Leguhúsinum í Nesvík.

LES EISINI  Biskupur: Borin gjøgnum sorg til lívs
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina