Tíðindaskriv: 200 ár á føroyskum og framvegis sprell-livandi!

Ynski um at kynda vón, fekk í 1823 Schrøter prest í Hvalba at umseta og útgeva Matteusar-evangeliið á føroyskum. Hóast einki føroyskt skriftmál var, forðaði tað ikki fyri, at vónarboðskapurin fram um allar, varð lisin og skiltur á móðurmálinum.
Vónina kenna vit í einum orðið: Gud! Honum møta vit í Bíbliuni á ein heilt serligan hátt, í Soninum Jesusi Kristi, sum gjørdist “hansara tolkur” fyri okkum.

Og nú 200 ár seinni, møta fólk í Føroyum framvegis Jesusi og fylgja honum dagliga undir øllum teimum umstøðum, sum lívið bjóðar. Hann er líka livandi nú, sum tá hann gekk á Jørðini.

Tí lesa fólk framvegis Bíbliuna

Hesa vikuna er Bíbliulesiætlanin komin út í flestu kirkjur og samkomur. Hon er ætlað sum ein hjálp at skipa dagligan lestna í Guds orði. Her eru brot úr Bíbliuni at lesa til hvønn dag, og sunnudagar samsvara lesturin við prædikutekstin í Fólkakirkjuni.

Eisini í hesi útgávuni siga fólk frá, hví tey lesa í Bíbliuni, og hvat tey fáa burturúr. Bíbliulesiætlanin byrjar altíð 1. sunnudag í advent, og heldur á til sama dag í 2024.

LES EISINI  Støðugt fleiri lesa Kumpas

Bíbliulesætlanin fæst í kirkjum og samkomum um alt landið. Einstaklingar kunnu bíleggja hana frá Føroyska Bíbliufelagnum á teldupostinum biblia@biblia.fo ella við at ringja á tlf. 787826. Tú er eisini vælkomin at stuðla Føroyska Bíbliufelagnum og nýggju bíbliutýðingini á heimasíðuni www.biblia.fo. Tað er sera einfalt, tú trýstir bara á yvirskriftina “Stuðul” og fyllir út.

Okkara ynski er, at lesiætlanin kveikir vón. Í einum heimi fullum av líðing, kríggi og deyða, men eisini kærleika, umsorgan og friði, knýtir veruliga vónin seg bara til ein. Vónin er ein persónur – Jesus!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina