Tíðindaskriv: Christmas Child í Vági

Leygardagin verður Christmas Child-tiltak í Meinigheitshúsinum í Vági kl. 17.00.

Vit hittast til søgu, sang og hugna, samstundis sum vit eisini pakka seinastu pakkarnar.

Um fólk liggja inni við onkrum, ið kann gleða eitt barn í Nigeria og Liberia, so eru tit vælkomin við hesum leygardagin.

Og hóast hesi londini eru kend fyri hita, so er náttin sera køld, og tí taka vit fegin móti bundnum pløggum eisini.

Leinkja til Christmas Child, um hvat kann fara í eskjurnar, og hvat ikki skal í, kostnaður osv. sæst á www.christmaschild.fo

Hetta er eisini seinasti møguleiki at lata inn skógvaeskjur.

GG! Tískil verður EINGIN sunnudagsskúli sunnudagin.

LES EISINI  Skjótt fer Christmas Child aftur at savna skógvaeskjur inn – í ár fara tær til Moldova
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina