Sjómansmissión: 1191 pakkar bornir umborð á 103 skip og bátar

Eins og undanfarnu ár, hevur Føroyska Sjómansmissiónin givið jólapakkar til føroyska sjófólkið. Fyrstu pakkarnir vóru latnir síðst í septembur, og nú vit skrivað 22. desembur kann sigast, at 1191 pakkar eru bornir umborð á 103 skip og bátar. 

Deila vit skipini upp í bólkar, síggja teir soleiðis út:

67 fiskiskip, 23 farmaskip, 11 frálandaskip í oljuvinnuni og tvey vaktar- og bjargingarskip.

Umleið 25 av skipunum verða burtur á jólum.

Jólapakkarnir koma frá sjómanskvinnuringunum og øðrum, sum vilja gleða sjófólkið.

Føroyska Sjómansmissiónin takkar fyri pakkarnar og ynskir Gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár – við tøkk fyri brátt farna árið.

LES EISINI  - Síðsti jólapakki hjá mær við hesum Klakki
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina