Tíðindaskriv: Nýggjur formaður í Kristiligum lurtara og hyggjarafelag
Hin 17. januar 2024 var Sonni Jacobsen í Sørvági valdur formaður í nevndini fyri Kristiligt lurtara og hyggjarafelag (KLH) eftir at Kristina Toftegaard Larsen segði seg frá.
Sonni hevur annars sitið í 29 ár sum formaður í nevndini fyri Sørvágs bygdarsavn, í 13 ár í leiðsluni í missiónshúsinum Libanon sum skrivari, og í 8 ár í nevndini fyri Krígssavnið (2008-16) sum kassameistari.
Kristiligt lurtara og hyggjarafelag varð sett á stovn í 1959, 2 ár eftir at Útvarp Føroya var sett á stovn, og bar tá heitið Kristiligt Lurtarafelag. Heitið “hyggjarafelag” er komið afturat eftir 1984, tá Sjónvarp Føroya varð sett á stovn.
Sum heitið sigur, er aðalmál felagsins at verja kristna siðaarvin innan tær almennu rásirnar. Ikki so at ein skal ganga á í tíð og ótið, men tala at um okkurt er í ferð við álvarsamt at skeiklast og annars vanliga einaferð um árið at gera onkrar viðmerkingar.
Fyrr hevði felagið ein lim í Útvarpsnevndini, men tað er broytt nakað langt síðan. So í dag er felagið ráðgevandi ella áminnandi, kann ein siga.
Annars er ein uppgáva hjá nevndini at stuðla kristiligum tilfari í loftmiðlunum, eftir førimuni, og har nevndin heldur tað vera gagnligt.
Í KLH siga tey at tá hugt verður at limalistanum, so eru hampuliga nógvir limir, men nógv eru í eldra endanum. So gott hevði verið, um fólk vildu tekna seg sum lim. Tað er ein “beskeðin”” upphædd á 100 kr. um árið. Men tað ger stóran mun í okkkara arbeiði, sum annars er ólønt. So har fer minimalt til umsiting.
Ynskjur ein at stuðla ella gerast limur kann ein flyta til Kristiligt lurtara og hyggjafelag á konti nr.
9181-4952024
6460-1135092
Limagjaldið er 100 kr.
Uppgev eisini tlf. nr.. Tað vildi verið gott.