Tíðindaskriv: Standa fyri lívi

Sunnudagin 27. august kl. 16.00-16.40 møtast fólk í hjartanum í Føroyum, á Vaglinum í Tórshavn at standa fyri børnum í móðurlívi. Vit skipa eitt hugnaligt tiltak við sangi, røðu og drekkamunni aftaná. Eisini fara vit at geva børnunum eina ballón og okkurt søtt.

Vit fara at savnast saman fyri at gleðast um børnini og vísa, at øll eru ein gáva.

Vit standa fyri at vísa, at vit ynskja øllum børnum tann mest grundleggjandi rættin og ta allarbestu gávuna – lívið. Vit vóna, at nógv fólk í øllum aldri møta upp; vaksin, børn, ung og eldri, og í friði og øllum góðum siði vísa góðan atburð.

Skráin
Á skránni verður ein røða frá Dinu Jensdóttir Norðberg og solosangur. At enda syngja vit tjóðsangin.

Umseting

Vit bjóða umseting til enskt av ská, røðu, sangi og talu.

Bjóðið øðrum við. Vit gleða okkum at síggja teg, tína familju og tínar vinir 27. August kl.16:00

LES EISINI  Kjak um mannavirði fráverandi


Vinaliga fyriskiparnir
Dina Jensdóttir Norðberg & Heidi Magnusdóttir Johansen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina