Tíðindaskriv: Tilmeldingin til PODAS er byrjað

PODAS skipar fyri fleiri skeiðum kring landið veturin 2023-2024. Nú er klárt at tilmelda seg til skeiðini. Okkurt skeið kemur afturat seinni. Fylg við á heimasíðuni www.podas.fo  

Hetta er 15. árið á rað farið verður undir nýggjar Podas flokkar um landið.

PODAS Ekklesias er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur lærusveinaskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá oktober til apríl. Frálæran byrjar ein av fyrstu døgunum. Enn er tíð og pláss at tekna seg til skeiðini.

  • TÓRSHAVN, PODAS 1: Týsdag frá kl. 17.30 – 19.30. Byrjar 12.09.2023. Les meira…
  • GØTUGJÓGV, PODAS 1: Hósdag frá kl. 19.00 – 21.00. Byrjar 14.09.2023. Les meira…
  • FUGLAFJØRÐUR, PODAS 2: Mánadag frá kl. 17.30 – 19.30. Byrjar 11.09.2023. Les meira…
  • RITUVÍK, PODAS 2: Mikudag frá kl. 19.30 – 21.30. Byrjar 13.09.2023. Les meira…
  • EIÐI, PODAS 3: Mikudag frá kl. 19.00-21.00. Byrjar 29.09.2023. Les meira…
  • KLAKSVÍK, PODAS 3: Týsdag frá kl. 19.30 – 21.30.. Byrjar 19.09-2023. Les meira…
  • Broytingar kunnu koma fyri. Eisini við tíðunum.
  • PODAS kann bjóða tær: Góða frálæru, viðkomandi tilfar, lívgandi felagsskap og gott samanhald. Ein íløga fyri lívið!
  • Grundarlag: Bíblian og játtanargrundarlagið hjá Fólkakirkjuni.
  • Visjón: At síggja kvinnur og menn vaksa alt lívið í Jesu Krists náði, so at tey elska Gud og næsta sín.
  • Innihald: Jesu lærusveinur, kristna læran, nýggja lívið, kirkjunnar missión og andalig leiðsla.
LES EISINI  Enn eitt PODAS ár endað, við gudstænastu í Vestkirkjuni
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina