Tíggju fyrilestrar og tvær samrøður

Í morgin fer prísurin upp fyri at luttaka á árligu leiðsluráðstevnuni The Global Leadership Summit. Umframt tíggju útlendskar fyrilestrar, ið verða vístir á stórskíggja, verður samrøða við Effo-stjóran og rektaran á Kambsdali.

Altjóða leiðsluráðstevnan The Global Leadership Summit (GLS) verður í Norðurlandahúsinum í Havn 17. og 18. januar 2020. Vanliga luttaka 400 leiðarar úr samkomum, fyritøkum og almennum stovnum, og endamálið er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru, boða fyrireikarnir frá.

10 útlendskir fyrilestrar

Tíggju fyrilestrar verða vístir á stórskíggja. Málið er enskt, men allir fyrilestrarnir hava føroyskan tekst.

Fyrilestrahaldararnir eru:

  • Craig Groeschel, leiðandi samkomuleiðari í Life.Church
  • Bear Grylls, ævintýrari, rithøvundur og sjónvarpsvertur
  • Jo Saxton, rithøvundur, leiðsluvenjari og íverkseti
  • Jason Dorsey, fremsti røðarin um Z-ættarliðið og ártúsundættarliðið
  • Patrick Lencioni, metsøluhøvundur, stovnari og stjóri í The Table Group
  • Liz Bohannon, stovnari og stjóri, Sseko Designs
  • Dr. Kirsh Kandiah, stovnari og leiðari av Home For Good
  • Todd Henry, stovnari av Accidental Creative, rithøvundur og leiðsluráðgevi
  • Jia Jiang, rithøvundur, bloggari og íverkseti
  • DeVon Franklin, filmsframleiðari, rithøvundur og forstjóri í Franklin Entertainment
LES EISINI  Leiðsla á breddan í Løkshøll

Her er nærri lýsing av fyrilestrahaldarunum.

Janus og Páll eru føroysku íkastini

Hesaferð verður høvi at hoyra tveir føroyskar leiðarar greiða frá. Teir eru Janus Thomsen, stjóri í P/F Effo, og Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali.

Janus Thomsen hevur drúgvar leiðsluroyndir í føroyskum vinnulívi. Hann var stjóri í Trygd í 7 ár og hevur eisini sitið í nevndum í føroyskum fyritøkum. Janus hevur lisið búskap og marknaðarføring á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.

Páll Isholm er útbúgvin cand.mag í norðurlendskum máli og bókmentum, samskifti og samfelagsfrøði. Páll var stjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali frá 2002 til 2012. Páll hevur eisini verið borgarstjóri í Gøtu kommunu og var í nøkur ár deknur í Gøtu kirkju. Í 2018 varð Páll valdur ársins leiðari fyri tað almenna.

Seinasta freist at tekna seg fyri núverandi prís

Ein teknar seg til GLS á gls.fo. Í morgin 1. desember fer prísurin fyri at luttaka upp frá 1.200 krónur til 1.400 krónur.

LES EISINI  GLS leiðsluráðstevnan byrjaði í dag

Ein nevnd stendur fyri tiltakinum og leggur tað til rættis. Í nevndini eru umboð úr fólkakirkjuni, heimamissiónini, brøðrasamkomunum og hvítusunnu-/karismatiskum samkomum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina