Til Ísraels sum volontørur

Kartin Høgnesen í Leirvík fer næstu tríggjar mánaðirnar at virka sum volontørur í Ísrael. Hann fer út sum eitt umboð fyri Føroysku Ísraelsmissiónina at arbeiða út frá eini kirkju, sum hann, gjøgnum Ísraelstoymið, hevur havt samband við síðan 2006.

Leygardagin fór Kartin Høgnesen í Leirvík til Ísraels, har hann skal vera volontørur næstu tríggjar mánaðirnar. Hann fer at virka sum volontørur í eini kirkju, sum hann, gjøgnum Ísraelstoymið, hevur havt samband við síðan 2006.

– Tær báðar fyrstu vikurnar verður skúlagongd. Tá verði eg á School of Ministry, og tað er ein skúlagongd, sum eg fái fyri einki frá kirkjuni, eg fari at tæna í. Men samstundis fari eg eisini at tæna í kirkjuni.

Hann greiðir frá, at í kirkjuni eru nógvar ymiskar uppgávur. Har er nógv arbeiði í kirkjuni, og har eru bæði føst starvsfólk og volontørar, sum taka sær av hesum arbeiðinum.

– Eg veit ikki heilt enn, hvat eg heilt ítøkiliga fari at gera. Har eru nógvir møguleikar, til dømis í køkinum, handaligt arbeiði og millum børn og ung. Eisini arbeiðir kirkjan við misnýtarum, og eina ferð um vikuna eru tey millum skøkjur og narkomisnýtarar í Tel Aviv. Tað vóni eg at sleppa at vera partur av. Men saksarnir koma við, og vónandi kunnu teir eisini brúkast í missiónini.

Hann leggur aftrat, at hann ynskir at skapa kontakt við tey ungu har í økinum og vónar eisini at kunna missionera fyri teimum.

 

Eitt gamalt ynski

– Eg havi viljað farið í fleiri Harrans ár, síðani eg kom at kenna kirkjuna í 2006, men eg havi altíð setst aftur. Í august segði eg, at eg fari, so eg bestilti billettirnar. Tað hevur verið nógv at fyrireika, men Gud hevur vælsignað tað allan vegin ígjøgnum síðan tá. Fólk hava verið so gevandi, og eg eri ovfarin av, hvussu fantastisk tey eru, og hvussu fantastiskur Gud er. Mín ótti var hetta við pengum, men eg legði tað í Guds hendur, og hann hevur lagað alt væl. Eg føli meg tryggan.

Tá ið hann verður spurdur um, hví hann fer avstað sum volontørur, greiðir hann soleiðis frá:

– Eg elski Jesus, og hann sigur, at vit skulu í hansara tænastu og boða evangeliið út og virka í gerningum. Eg elski fólkini har, og eg gleði meg at vera í tænastu fyri tey, bæði trúgvandi og ikki trúgvandi. Eg brenni fyri at kunna geva hann víðari, tí hann hevur givið mær so nógv.

Sunnukvøldið, áðrenn Kartin fór avstað, varð biðið fyri honum í missiónshúsinum í Leirvík. Hann heilsar øllum og takkar fyri forbøn. Hann minnir á halda á við arbeiðinum í Føroyum.

– Gud vælsigni tykkum til tað, sigur hann at enda.