Tín stjørnuspá

“Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til” (Sl 139,16)

Ein fylgja av avkristnanini í vesturheiminum er, at fólk vilja kanna og vita, hvat kemur at henda teimum í framtíðini. Tey lesa stjørnuspá, ”horoskop”, í vikubløðum og aðrastaðni, sum kunnu siga frá, at ert tú føddur tá ella tá og ert so ella so, – ja, so hendir tær tað ella tað.

Eitt annað, sum avkristnanin hevur til fylgju, er, at nógv fólk leita til spáfólk og sjónsk fólk og vilja enntá gjalda teimum fyri at siga, hvussu lívið kemur at hátta seg fyri tey.

Enntá nakrar fyritøkur, sum seta leiðandi fólk í starv, krevja, at tann, sum settur verður, skal roynast, “testast”, hjá onkrum “serfrøðingi”, sum gevur seg út fyri at hava kunnleika á økinum. Hann skal so kannað stjørnuspáina hjá viðkomandi og siga, um tað verður eitt gott, dugnaligt og drúgt starvsfólk.

LES EISINI  Hvagar skuldu vit annars farið við tí trupla?

Hvat er hetta? Heiðinskapur, okkultisma, spiritisma og annað, sum Bíblian ávarar týðiliga ímóti (t.d. 2 Mós 22,18; 2  Kong 21,6; Áps 19,18-20).

Tá Gud í orði sínum fordømir alt tílíkt, er tað so tí, at hann ikki vil, at tú skalt vita nakað um lív títt í framtíðini?

Guds vilji og hægsta ynski er, at tú skalt líta á hann og hvíla hjá honum!

At tú tekur hvønn dag av hansara hond – eisini teir komandi.

Tað er nóg mikið og nóg trygt. Hann heldur framtíðini í hond síni.

Gud vil tær bara tað besta. Fyrst frelsa og so leiða teg heim til sín.

Trygdin, friðurin, gleðin og dirvið hjá Guds børnum nú og í framtíðini byggir trygt á, at Gud Faðir á himli kennir forløg teirra, kennir og hevur skrivað niður teir avmáldu dagar, áðrenn nakar av teimum var til.

Tí spyrja tey ikki og eru ikki bundin at ella ávirkað av, hvat hesir ymisku “serfrøðingarnir” síggja, hava varhuga av ella meina. Tíbetur.

LES EISINI  Trúgv er álit og álit er trúgv.

Jesus segði: ”Eg eri við tykkum allar dagar, alt til veraldar enda” (Matt 28,20b).

Tað er nóg mikið. Tað er ivaleysa trygt.

Lat so ta ókendu framtíð koma. Tann kristni møtir henni í Jesu navni og við hansara hjálp og umsorgan.

Nei, ikki skalt tú óttast meir,
Gud hevur vald og mátt.
Hann kennir allar dagar teir,
hann hevur tær avmált.
(t.j.)

 

Úr andaktsbókini “Dýrur longsul”, Heimamissiónsforlagið 2006

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina