Tit hava ongantíð gingið har áður

Mariann Djurhuus Poulsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nýggja árið er longu tríggjar vikur gamalt. Sum tíðin gongur skjótt! Longu nú hevur nýggja árið sett síni spor, men samstundis liggur nógv ókent fyri framman. Árið sum fór, gjørdist rættiliga nógv øðrvísi enn vit høvdu væntað, tá tað byrjaði. Eingin dugdi at hugsa, at allur heimurin fór at lukka niður, men nú tað árið er liðugt, standa vit her og eru komin ígjøgnum tað. Summi betur enn onnur, men vit komu ígjøgnum. Nýggja árið vita vit heldur onki um. Men vit vita við vissu, at vit ikki einsamøll skulu møta tí, sum nýggja árið hevur at bjóða. Vit hava lyfti frá Guði um, at hann er við okkum allar dagar. Hann kennir framtíðina og heldur henni í síni hond. “Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar.” Sálm. 139,3

Sjálvt um vit onki vita um tað, sum liggur fyri framman, so kunnu vit seta okkum ymisk mál fyri framtíðina. Okkara fyrsta og fremsta mál altíð vera at hava Himmalin fyri stavn. At geva Guði loyvi til at stýra okkara lívi, og tað vil hann fegin. “Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær.” Sálm 32,8

LES EISINI  Tríggjar søgnir um at vera ein kristin á arbeiðsplássinum

Tá ið Ísraelsfólk vóru á veg inn í tað lovaða landið, segði Josva við tey: “Tá ið tit síggja sáttmálaørk Harrans, Guðs tykkara, og Levitaprestarnar bera hana, tá skulu tit fara úr staði tykkara og ganga aftan á hana; men millum tykkara og hennar skulu vera um tvey túsund alnir; ikki mega tit koma tætt at henni – til tess at tit mega vita, hvønn veg tit eiga at ganga, tí at tit hava ongantíð gingið har áður.” Josva 3,3-4. Ísraelsfólk fingu boð um at ganga aftaná Guðs sáttmálaørk, tí har tey skuldu fara, høvdu tey ongantíð gingið áður. Vit fáa somu boð í dag: vit skulu ganga aftaná Guði, tí tað, sum liggur fyri framman, vita vit onki um. Guð vil vísa okkum vegin. Tí er alt umráðandi at fylgja honum, lurta eftir honum, tæna honum. Og sum vit gera tað, kunnu vit seta okkum niður og hugsa um farna árið, samstundis sum vit seta okkum mál fyri nýggja árið. Eg læs herfyri 10 áhugaverdar spurningar, sum settir vóru við árslok, sum eg beri víðari:

LES EISINI  Reidar úr Ålesund – ein forbiðjari

1. Hvussu gekst mær at lesa í Bíbliuni farna ár? Um tað ikki gekst heilt eftir ætlan, havi eg so sett mær fyri, at tað skal ganga betur í ár?

2. Gjørdi farna árið meg til eitt sterkari bønarstríðsmenniskja? Eg eigi støðugt at læra at biðja og leggja meg eftir at brúka tíð í bøn.

3. Hvussu ofta vitnaði eg um Harran í farna ári? Havi eg sett mær fyri at brúka allar teir møguleikar fyri at vitna, sum Guð gevur mær? Um neyðugt, so við orðum.

4. Hvussu nógv havi eg givið til Guðs ríki farna ár? Havi eg fingið lønarhækkan uttan at geva meira?

5. Munnu onnur siga, at eg gjøgnum árið líktist meira og meira Kristusi? Tey nærmastu duga ofta best at svara.

6. Hvørji ónádd fólkasløg bað eg serliga nógv fyri farna ár? Fari eg hetta árið at leggja meg eftir at fáa familju og samkomu at biðja fyri menniskjum, sum fá onnur biðja fyri?

LES EISINI  Hvat við hinum 166???

7. Havi eg lagt meg eftir at varða mítt likam farna ár? At røkja likam okkara, sum er gáva frá Guði, er partur av okkara andaligu ábyrgd mótvegis skaparanum.

8. Munnu tey, sum standa á odda fyri arbeiðnum í samkomuni siga, at eg havi víst størri skyldu og kærleika til samkomuna farna ár?

9. Er nøkur áhaldandi, bindandi synd, sum eg ikki havi megnað at rist av mær farna ár? Um ikki, má eg skunda mær at biðja um hjálp til at fáa tað gjørt og berjast fyri størri lýdni móti Guði í nýggja árinum.

10. Er okkurt, sum eg ætlaði at avrika í farna ári, sum eg ikki fekk gjørt? Tað kann vera eitt mál fyri nýggja árið at fáa tað gjørt skjótast gjørligt.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina