Innkast: Raðfestingar

Elinborg Osvaldsdóttir

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

At fyrireika, at skráseta, greina, at kanna, at meta, at eftirmeta.

Hesi orð og hugtøk eru partar av gerandisdegnum hjá nógvum. Nú um dagarnar var frammi, at føroyingar eru teir í øllum Evropa, sum arbeiða mest. Vit eru effektiv. Vit vilja framburð. Vit vilja skapa okkum tað góða lívið.

Sjálv havi eg ein to-do lista. Skrivi upp, hvat eg droymi um og ætli mær. Tað er stuttligt at lesa teir gomlu. Droymdi eg veruliga um hatta? Takksom fyri, at hatta ynskið gekk út. Og so framvegis.

Og so er tað alt hitt, sum eg ikki tími. Men eg má. Umstøðurnar krevja tað. Hevði eg bara sloppið at stýrt tíðini! Í staðin verði eg stýrd – eg skal koyra, keypa inn, rudda, vaska, gera mat, vaska klæði, heingja upp á snór, leggja upp á pláss, gera matpakkar. Fáa alt at ganga upp.

Jú, vit leggja okkum alt væl til rættis. Men so kemur tað óvæntaða. Mitt í mínari skrá! Eg, sum hevði so nógvar ætlanir.

Eitt óhapp.
Sjúka.
Ein óvæntað útreiðsla.
Deyði.

Eg hugsi ofta um dreymar Fáraos, sum Jósef týddi. Hann droymdi, at sjey kýr, illa í holdum, ótu sjey prúðar. Eisini droymdi hann, at sjey deyðaøks gloyptu sjey valaøksum. Tað merkti, at eftir sjey gróðrarmikil ár, komu sjey lak ár við ongum vøkstri. Men av tí at tað bleiv lagt niðurfyri í teimum góðu árunum, var tað nógmikið til tey laku árini við.

LES EISINI  Ein heilsan, nú vit júst hava stigið inn í eitt nýtt ár, 2022.

Tann førningurin vit leggja í okkara børn og ungu hevur ómetaligt virði. Summi reika út í lívið, royna ymiskt av góðum og minni góðum. Onnur halda seg innanfyri mark, kunnu vit siga, men koma út í roynslur av ymiskum slagi. Umstøður gera, at lítil tíð og orka verður brúkt til bíbliulestur, møti, legur og tiltøk. Men í øllum hesum, mitt í lívsins stríði, ber til at kenna ein frið – hóast alt.

Eg skal ikki lýsa við, at tað ikki er neyðugt at lesa í bíbliuni. Men eg kann siga, at eg havi upplivað, at tann barlast, eg havi havt og havi, hon hevur borið meg ígjøgnum eina trupla tíð, ið kravdi alla mína tíð og uppmerksemi. Eisini tá ið eg ikki hevði orku at lesa serliga nógv ella at biðja nakað serligt. Umstøðurnar gjørdu, at so at siga alt samband við umheimin varð kvett – eina tíð. Eg mátti gevast við øllum tí, sum eg gjørdi uttanfyri heimið. Skriva, týða, rættlesa, hava møtir, vera deknur, hava sunnudagsskúla, fundir av ymiskum slagi. Vinfólk sá eg als ikki. Og tey sóu ikki meg, tí at tey vóru í somu støðu. Teirra allar bestu høvdu brúk fyri teimum, og míni høvdu brúk fyri mær. Børnini. Men sum eg eri glað fyri, at eg valdi tey. Tí hvør annar skuldi gjørt tað? Og eg kendi Guð nær.

LES EISINI  Nýggj poddvarprøð til foreldur (og onnur góð fólk)

Eg kann onkuntíð sakna, at hetta verður sagt opið og alment. Vit verða eggjað at koma á møti, skipa fyri, taka ábyrgd. Men hvør skal ansa eftir mínum bestu, um eg eri úti fimm av sjey kvøldum um vikuna? Hvussu hava tíni tað við, at tú kemur móð og troytt heim, uttan orku at taka tær av tínum bestu? Hvør skal lesa fyri børnunum. Hvør skal skapa eitt gott og trygt heim, um ikki vit foreldur gera tað? Ella tú ert ungur og brúkar heimið sum hotell. Hví ikki geva nakað av tíni tíð og orku heima eisini saman við foreldrum og systkjum? Ella tit, sum liva uttan børn og foreldur. Hvussu verður tíðin brúkt? Fær hjúnafelagin ta tíð og uppmerksemi, hann ella hon hava uppiborið og brúk fyri? Hvussu ofta stytti eg um dagin hjá mínum gomlu, ið mangan sita einsamøll?

Tað eru ikki so fá krøv, sum verða sett nútíðarmenniskjanum. Um at at fyrireika, at kanna, at meta, at eftirmeta. Men eru tíni bestu við í roknistykkinum? Verða tey raðfest? Hvat vil eg hava raðfest, tá ið alt er liðugt? Havi eg allar mínar raðfestingar í hesum lívinum, ella havi eg stundir til at fyrireika meg til tað æviga? Knappliga kemur ein strika í roknskapin. Fyribils ella endalig. Latið okkum tí biðja saman við Dávidi: “At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa!” (Sl.90,12)

LES EISINI  Hvussu eru vit salt og ljós?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina