Tey góðu og tey óndu

Leif Andersen er lektari á Menighedsfakultinum í Aarhus. Hann heldur, at vit skulu halda okkum frá at kjakast við teir mest sannførdu samansvørjingar ástøðingarnir (konspirtionsteoretikere). Teir eru mótstøðuførir fyri fakta, heldur hann.

Skrivað hevur Anette Maria Ingemansen.
Kelda: IMpuls

Leysatíðindini um eina heimsumfatandi samansvørjing ganga væl, og teir sosialu miðlarnir hava givið samansvørjingarástøðunum ein virknan pall.

Tað hevur størri týdning at hava mistanka til sínar egnu meinigar enn meinigarnar hjá øðrum. Hetta er boðskapurin sum Leif Andersen, sum er lektari á Menighedsfakultetinum í Aarhus, hevur til kristin, sum ferðast á sosialu miðlunum, og sum har møta samansvørjingarástøðum (konspiratiónsteorium) um m.a. korona og koppingarevni.

“Konspiratión merkir samansvørjing. Eitt samansvørjingarástøði er ein fatan av, at nøkur máttmikil fólk hava avtalað eina samansvørjing við eini duldari dagsskrá og eini óndari ætlan. Tey, sum standa handan samansvørjingarástøðið, eru ofta gløgg, og tey vita væl, at tey spreiða eina lygn.

Eitt gott dømi um hetta var forsetavalið í USA í fjør. Tá menti ein bólkur av væl upplýstum fólkum eitt samansvørjingarástøði um at valið varð stolið, og at Joe Biden ikki var tann rætti vinnarin av valinum, hóast tey væl vistu, at hetta var ein lygn. Men meirlutin av republikanarunum trúði hesum, eisini hóast amerikanska rættarskipanin og republikanararnir, sum stóðu fyri vali, avvístu, at talan var um svik” sigur Leif Andersen.

Nógvar samansvørjingar upp í gjøgnum árini

Samansvørjingarástøði er ikki nakað, sum er komið við sosialu myndugleikunum.

“Longu aftaná fyrra heimsbardaga kom søgan um, at tann týski herurin legði vápnini, tí máttmiklir jødar og kommunistar høvdu fingið herin at lagt vápnini, hóast teir kundu havt vunnið. Hetta ástøðið verður á donskum nevnt dolkestødslegenden. Eftir hetta koma Zions vises protokoller, sum fyrigyklaði fólki, at nakrir jødar sótu og løgdu til rættis nakrar protokollir um, hvussu teir skuldu stýra øllum heiminum við at nýta kommunismu í eysturheiminum og kapitalismu í vesturheiminum. Í veruleikanum vóru protokollirnar falskar. Tað vóru russiskir jødahatarar (antisemittar), møguliga frá fregnartænastuni, sum høvdu skrivað protokollirnar. Tað vóru fleiri fólk, sum trúðu hesum samansvørjingarástøði, og t.d. í arabiska heiminum eru sjónvarpssendigar gjørdar sum vísa, at fólk enn trúgva hesum. Upp ígjøgnum tíðina hevur tað eisini vunnið meira og meira fram, at jødatýningin undir seinna heimsbardaga ongantíð fór fram. So samansvørjingarástøði kunnu vera vandamikið og hava stóra ávirkan”, sigur Leif Andersen.

Tað eru nøkur fá dømi um, at sokallað samansvørjingarástøði kunnu vera sonn.

Tað hava eisini verið sonn samansvørjingarástøði í katólsku kirkjuni og í summum sektum, sum eru við til at verja prestar og leiðarar, sum høvdu framt valdsgerðir. Men bæði valdsgerðirnar og royndirnar at halda hesum loyniligum eru skjalprógvað.”

Royna at gera heimin einfaldari

Samansvørjingarástøði eru lokkandi, og tí verða summi fólk drigin at teimum.

“Samansvørjingarástøði gera heimin einfaldan, men tað er hann ikki. Tey royna at gera heimin skiljandi, tí vit hava øll tørv á at síggja eini meining, tá ið okkurt meiningsleyt hendir, eisini um meiningin er ónd. Okkum tørvar at kunna geva onkrum skyldina fyri at kunna bjarga okkara sjálvsmynd. Hetta var m.a tað sum hendi undir forsetavalinum í USA, har republikanararnir enn trúgva, at teir vunnu valið, men at valið varð stolið frá teimum,” greiður Leif Andersen frá.

“Nógvum kristnum í USA tørvar at heimurin er einfaldur, og tí lata tey spurningin um fosturtøku avgerða, hvar tey seta krossin til forsetavalið, eisini um teimum ikki dámar Donald Trump. Og hetta skilji eg væl, tí eg haldi eisini, at fosturtøkuspurningurin er umráðandi. Men summi klára ikki at hava yvirlit yvir, at tað eisini kunnu vera aðrir umráðandi spurningar, sum hava týdning. Tí tá gerast tingini meira samansett og verri at gjøgnumskoða.”

Fólk velja sjálvi sínar egnu upplýsingar

Leif Andersen sær somu tankar aftur hjá summum kristnum, sum ikki vilja koppseta seg, tí summi koppingarevni møguliga eru ment við at brúka tikin fostur.

“Um tað passar, so er tað ógvuliga óvist. Um tað veruliga er so, so dámar mær tað heldur ikki. Og fyri summi kristin merkir tað, at tey als ikki vilja hava nakað við koppingarevni at gera. Í øllum førum eru ongar restir av fostrum í sjálvum koppingarevninum. So ikki at vilja lata seg koppseta kann samanberast við ikki at vilja fara á val ella kunna arbeiða hjá tí almenna, tí politiska skipanin hevur loyvt fosturtøkum.”

Leif Andersen sær eitt mynstur hjá teimum, sum verða hugtikin av samansvørjingarástøðum.

“Á sosialu miðlunum eru vit inni í eini kunningarbløðru, har vit sjálvi velja okkara egnu upplýsingar, ístaðin fyri at hava álit á fakfólki. Man hevur ikki álit á farsóttarfrøðingunum sum fakfólkum, men lítir á tey, sum antin hava sæð ella hoyrt okkurt. Soleiðis hendir ein einfaldan, sum kann vera vandamikil,” greiður Leif frá.

“Tað er umráðandi at gera mun á hugburði og vitan. Fólk hava frælsi til at hava teirra meining, men vit hava ikki frælsi til at velja okkara fakta. Vit eru bundin av eini sunnari vísindaligari skipan, eini sunnari politiskari skipan og eini sunnari journalistiskari skipan. Og yvirskipað, so hava vit hetta í Danmark.” Hann heldur, at sumt av tí, sum man skal ansa sær eftir í samband við samansvørjingarástøði er tað sama, sum man eisini skal ansa eftir í sektum.

LES EISINI  Fleiri missiónsvikur flyta út á netið

“Nakað av tí sama liggur sum grund fyri báðum. Man livir í eini kunningarbløðru, har tað bara eru nøkur fá input. Man klárar at fyrihalda seg til hesi input, og man er samdir við teimum. Tá er man í parti við teimum góðu í heiminum, meðan hini hoyra til tey óndu.”

Spyr eftir sannlíkindunum

Kristin kunnu vera í serligum vanda fyri samansvørjingarástøðum, heldur lektarin fram.

“Sum kristin eru vit annars von við, at ting eru samansett og ring at gjøgnumskoða, og tað kunnu vit liva við, tá ið talan er um Gud. Men, tá ið vit tosa um heimin, so tørvar okkum at gera tað einfalt. Tá kann tað henda, at vit trúgva ymiskum ástøðum, sum ikki eru grundaði, sum t.d. at koppingarevnið ímóti korona er framleitt av óndum fólkum, sum royna at stýra okkara lívi.

Summi hugsa longur og spyrja, um korona ella koppingarevni ikki er ein samansvørjing frá djevlinum. Okkurt kann gott vera tað reina møsn, hóast tað ikki er frá djevlinum. Tí er ofta nóg mikið at spyrja: Er tað sannlíkt?

Er tað t.d. sannlíkt, at tað eru lítil chip í koppingarevninum, sum geva Bill Gates møguleikan at stýra okkum ímóti okkara vilja? Her skulu vit lurta eftir fakfólkunum, sum kunnu taka feil, men sannlíkindi eru, at tá ið meirilutin av fakfólkunum sigur, at tað ber ikki til, ja so taka tey ikki feil,” greiðir Leif Andersen frá.

“Eitt er at vera fjálturstungin í mun til koppingarevnið, hóast hjáárinini eru lítil. Tað er skilligt og ikki nakað undarligt. Nakað heilt annað er at misteinkja ein heilan fakbólk ella eina heila politiska skipan ella ein heilan framleiðslulið fyri at hava eina dulda dagsskrá, har tíggjutúsundatals fólk hava megnað at hildið eitt óreint loyndarmál dult fyri okkum øllum. Hesum skulu vit ivast í.”

Besti heiligvágurin ímóti samansvørjingum

“Yvirskipað skulu vit hava álit á vísindini. Um øll vísindalig gransking peikar ein ávísan veg, so er tað sannlíkt, at tað er soleiðis. Men, vit skulu vera varin, tá ið vísundin hevur hug at blanda seg upp í átrúnað,” undirstrikar Leif Andersen.

LES EISINI  Fyrireikingar

“Besti heiligvágurin er at leita breitt eftir vitan, og at hava álit á miðlafólkunum og náttúruvísundini. Hinvegin er vandi á ferð, um vit gera skjótar og lættar niðurstøður. Tað minnir um søguna við jødunum, koppingarevninum, heksunum, nasistunum og týningarlegunum.

Tað ber ikki til at orða eina ávísa mannagongd, sum er galdandi fyri allar spurningar og øll ástøði. Hetta er bæði galdandi fyri tey, sum orða samansvørjingarástøði og tey, sum royna at gjøgnumskoða hesi ástøði. Allir spurningar og øll ástøði mugu virðast og viðgerðast sum sjálvstøðug. Vit kunnu ikki øll vera fakfólk í øllum, men vit hava fakfólk, sum vit kunnu hava álit á, og sum geva okkum varhugan av at vera álítandi.”

Leif Andersen er sannførdur um, at vit kunnu hava álit á vísindini, tá ið talan er um korona.

“Her er aftur umráðandi at spyrja, um tað er sannlíkt, at eitt heilt samfelag av vísindafólkum skal vera samt um at billa okkum eina lygn inn. Summir sannførdir samansvørjingarástøðingar trúgva ikki veruleikanum, fyrr enn fólk liggja á sjúkrahúsinum við andaneyð, ella tá ið onkur av teirra kæru er deyður.”

Ein sunnur ivi

Tað eru eisini sunnar mekanismur hjá teimum kristnu, sum kunnu gera tey viðbrekin fyri samansvørjingarástøðum.

“Vit hava m.a. eina ríka siðvenju við myndugleika kritikki. Tí valdar ein sunnur ivi millum tey kristnu, tá ið talan er um myndugleikar, sum vilja ráða yvir okkum. Tað er trupult hjá okkum at javnviga tað at gera sum yvirvøldin sigur, og so at vera Gudi meira lýðin enn monnum.

Myrkalegging av kynsligum valdsgerðum í kirkjuligum umhvørvi er eitt dømi um, at samansvørjingarástøði ikki einans eru í verðsliga umhvørvinum. Men skaðin verður nógv størri, tá ið “Gud kemur í tað”, sum ein av mínum vinum hevur orðað tað. Tað er vandamikið, tá ið menniskju fáa eina skeiva mynd av heiminum og av sær sjálvum, tí tá loyva vit okkum at handla óetiskt. Vit loyva okkum at geva aftur av somu skuffu, fyri at verja okkara egnu meinigheit,” sigur Leif Andersen.

Hann heldur, at vit skulu halda okkum frá at kjakast við teir mest sannførdu samansvørjingarástøðingarnar.

“Vit koma ongan veg við at kjakast um fakta við tey, tí tey eru mótstøðufør ímóti fakta. Tey hava altíð eina aðra frágreiðing klára, og soleiðis staðfesta vit tey bara í hesum, at vit eru vorðin tøld,” sigur Leif Andersen.

“Onnur kunnu vit gott tosa við, so leingi sum tey merkja, at teirra ótti verður virdur.”