Títt Rúm 10 ár

Blái Krossur hátíðarheldur 10 ára føðingardagin hjá Títt Rúm.
Títt Rúm byrjaði í 2012, sum ein lítil verkætlan undir heitinum “Øll hava rætt til góð barnaár”. Verkætlanin hevur ment seg til eitt støðugt tilboð, og í 2021 broytti tilboðið navn til Títt Rúm. Títt Rúm er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava rúsbundin foreldur, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar samrøður, ráðgeving, familjuviðgerð og bólkar. Øll innsløg verða í nýggju ungdómshølunum “Hollywood” hjá Bláa Krossi Føroya í Niels Finsensgøtu 20 í Tórshavn. Opið hús verður í hølunum hjá Títt Rúm í Kongagøtu 8 í Tórshavn fríggjadagin 20. januar kl. 12.00-13.00 og kl. 15.00-16.00, har møguleiki er fyri at síggja, hvar Títt Rúm heldur til og hevur sítt virksemi.

LES EISINI  OM Føroyar fyllir 10 ár
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina