Tøkk
Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara.
1.Tess. 5,18
Paulus áminnir samkomuna í Tessalóniku og leiðarar tess. Áminnir tey um, hvussu ein kristin eigur at liva, har umhvørvið annars er heiðið.
Hóast eitt heiðið umhvørvið, mótstøðu og freistingar, eggjar Paulus hesi um at halda fast, ganga fram í trúnni og at tey mugu vaka og vera ódrukkin.
Umframt eitt og annað, Paulus biður tey ikki at gera, so eru eisini áminningar í boðshátti um tað tey skulu gera.
Vakið, áminnið hvønn annan, verið altíð glaðir! Biðið uttan íhald. Takkið í øllum førum! Soleiðis heldur hann teim til hitt kristna lívið.
Eitt er at vit, eisini undirritaði, so mangan gloymdu at siga takk fyri eini ella aðrari góðgerð. Annað er, at tú og eg vera biðin um at takka í øllum førum, t.v.s. undir øllum umstøðum.
Er tað møguligt altíð at vera glaður? Altíð at takka?
Jú, mangur kann vitna um, hvussu Guð bjargaði teimum úr synd og deyða, so sum sálmaskaldi sigur,
Sálm. 40, 3-4: Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet. Ein nýggjan song hann legði í mín munn, ein lovsong fyri Guði várum; mangir tað sóu, fullir av ótta, og fingu álit til Harrans.
Altíð so vakurt tá hin eini vendi aftur at takka Jesusi, men hvar vóru teir nýggju?
Samstundis minnir skriftin okkum á at halda á við tøkkini, eisini sum tíðin líður, tá ið long tíð er runnin frá tí sælu løtu, tú møtti Jesusi á undurfullan hátt. Tá íð gerandisdagurin við gráum skýggjum á luftini vitjar okkum, ja, í øllum førum at vera glaður og takksamur.
Loyndardómurin er hesin, at hvussu so víkir og vendir í lívi okkara, so kann júst líðingin, kuldin og mótstøðan knýta okkum nærri Jesusi. Sjálvt tá ið alt gongur tær ímóti, so eigur tú í Harranum vón, frið, gleði og tøkk.
Soleiðis áminnir Paulus eisini einaferð samkomuna í Filippi,
Fil. 4, 4 og 6: Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk.
Eisini tá ið vit takka teimum, vit møta í lívi okkara, tá takka vit Guði. Veita yvirvaldinum tøkk, mínum kæru og næsta mínum annars.
Vit takka ikki einans fyri frelsuna; men eisini fyri allar góðar gávur omanífrá.
Takka fyri mat og klæði, familju og vinir. Fyri heilsu og grøðing. Fyri landafrið og nátturu tilfeingið.
Tá so hin kristni til tíðir missir alt hetta, so finnur sál hansara troyst í Guði. Alt, eisini tað, hann ikki hevur, verður lagt í Harrans hond. Í Harranum er gleðin og tøkkin.
Hvussu við tær. Eigur tú nakra tøkk í dag?
Fara onnur at fáa álit á Harran, tá ið tú ber fram tína tøkk?
Dávid sigur í Sálm. 40,10:
Gleðiboðskapin um rættvísi tína eg í stórari samkomu bar boð um. Sí, mínar varrar eg ikki læt aftur, tú, o Harri, tað veitst.
Hoyrdi mangan hesar linjur í missiónshúsinum fyrr: Begyndt er ikke endt, det må du vide, du har din Jesus kendt, bliv ved at stride.
Sig við Sálma 146,2: Eg vil Harranum lova, so leingi eg livi, lovsyngja mínum Guði, meðan eg eri til!