Tøkk!

Í samband við stórmøtini 2022 í høllini á Skála vil Kirkjuliga Heimamissiónin bera eina hjartans tøkk til øll, sum vóru við til at gera hetta stóra tiltak møguligt!

Takk til øll, ið vóru við til at fyrireika, og til tey, sum tóku eina hond í við øllum teimum óteljandi uppgávunum, sum eru í samband við eitt so stórt tiltak. Takk til øll fyri beinasemi, vælvild, áhuga, forbøn og stuðul á so ymiskan hátt. Takk til fólkini í fyrireikingarbólkinum. Takk til Meinigheitshúsið á Skála, missiónshúsið á Strondum og arbeiðini kring Skálafjørðin.

Takk til øll, sum møttu upp til tiltøkini. Tað var gott aftur at kunna vera saman og njóta felagsskapin. Størstu tøkkina eigur Gud, sum er grundarlagið undir okkara lívi og virki.

Um Gud vil og vit liva, so verða næstu stórmøtini í høllini á Giljanesi í døgunum 3. til 5. november 2023.

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónina,
Andrias Magnussen, aðalskrivari

LES EISINI  Fjølbroytt skrá á Stórmøtunum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina