Tollaksmessudag verður útsendingargudstænasta í Hósvík

Fyrst í nýggja árinum fer Ólavur Jacobsen til Reykjavíkar at vera trúboðari í og út frá Ørkini. Í hesum sambandi verður útsendingargudstænasta í Hósvíkar kirkju lítlajólaaftan kl. 15. Bergtórur Bjarkhamar, sóknarprestur, leiðir gudstænastuna. Eftir útsendingargudstænastuna verður ein drekkamunnur. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Í starvi sínum skal Ólavur fyrst og fremst náa føroyingar í Íslandi, bæði við hjálp, har tørvur er á tí, og við at boða gleðiboðskapin. Umframt føroyingar, sum búgva í Reykjavík, eru føroyingar eitt nú við skipum, sum leggja at bryggju í Íslandi, onnur eru í sjúkraørindum, og uppaftur onnur ferðast í Íslandi. Harumframt skal Ólavur hava andaktir og skipa fyri møtum á Ørkini.

Í seinastu viku høvdu vit eina stutta samrøðu við Ólav um kallið og uppgávurnar, eins og við stýrisformannin á Ørkini, Jonhard Joensen.

LES EISINI  Forvitnislig bók um søguna hjá Sjómansmissiónini
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina