Stýrisformaðurin: Tað hevur líkasum manglað ein føroysk rødd á Ørkini

Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík hevur sett Ólav Jacobsen í Hósvík í starv sum trúboðara frá ársskiftinum. Trúboðarin skal arbeiða í og út frá Ørkini, og hugsað verður fyrst um at náa føroyingar í Íslandi, sigur stýrisformaðurin, Jonhard Joensen.

– Vit hava í fleiri ár ætlað at seta ein trúboðara á Ørkini, og nú eru vit so komin so langt. Tí stjórin á Ørkini hevur ríkiligt at gera við at reka húsið og fáa alt tað rakstrarliga at hanga væl saman. Tí hava vit ásannað í longri tíð, at andligi parturin av virkseminum krevur eitt starvsfólk fyri seg, sigur Jonhard.

Føroyska sjómansheimið í Reykjavík varð vígt 2. juni í 1991, og flestu fyristøðufólkini hesi gott 27 árini hava verið føroyingar. Dentur hevur altíð verið á at skapa ein heimligan stemning fyri føroyingar á Ørkini, men seinastu árini hevur eingin føroyingur arbeitt á Ørkini.

– Stjóri og starvsfólk hava gjørt og gera eitt sera stórt arbeiði, men tað hevur líkasum manglað ein føroysk rødd, og hana gleðast vit nú um at fáa.

Stýrisformaðurin greiðir frá, at nýggi trúboðarin fyrst skal royna at røkja ta føroysku missiónsmarkina um Reykjavíkarleiðina, í og út frá heiminum. Hann skal eitt nú vitja umborð á skip, har føroyingar eru við, vitja sjúklingar, fastbúgvandi føroyingar og onnur, og dentur liggur bæði á at hjálpa, har tørvur er á tí, og boða gleðiboðskapin. Tann skipanin, sum hevur verið í fleiri ár, við at fólk koma úr Føroyum eina ferð um mánaðin til annaðhvørt møti ella gudstænastu, verður ikki broytt. Hetta er eitt samstarv við ávikavist Føroysku sjómansmissiónina og Føroysku sjómanskirkjuna.

LES EISINI  Nýggj bók um sjómanskvinnuringarnar 

Í stýrinum fyri Ørkina í Reykjavík sita – umframt stýrisformannin – Símun Hansen, Rúni Hentze, Absalon Olsen og Sigurður Bjarni Gíslason.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina