Tora vit biðja um veking?

Hvør tekur ikki av hesum tilboði at fingið trúnna endurnýggjaða og at síggja nýggj í trúnni boyggja knæ fyri Jesusi?

Eftir Niels Jørn Fogh, ferðapresti í ELN

Nýggjur í trúnni, hugsaði eg mangan, at sjálvsagt tora vit at biðja um veking; men tað er 50 ár síðan! Í dag eri eg ikki so avgjørdur. Lutvíst merkir veking ein dómur, sagdur yvir okkara egna lív! Eg kom til livandi trúgv á Jesus í einari veking á studentaskúlanum fyrst í 1970-árunum.

Fleiri okkara høvdu verið á KFS-legum og vórðu komnir til livandi trúgv á Jesus, endurnýggjaðir í trúnni. Vit áttu eina brennandi, livandI trúgv.       

Møttust á gøtunum saman og vitnaðu har um Jesus. Har løgdu vit dent á skrivaða orðið, bønina og lovsongin. Fleiri ung høvdu ongantíð nakra Bíbliu við sær á møtini. 

Í dag skilji eg tey betri, at tey ikki gjørdu eftir okkara ráðum. Mítt størsta ynski í dag, er at vera jaligur móti bæði ungum og eldri. Í trúnni leggi eg størsta dentin á at birta uppundir nýggjum lívi í meinigheitini og nýta aðrar mannagongdir til tess at leiða menniskju til Kristus.          

Síggi og haldi, tað verða torført, tí vekingin merkir, at ein dómur verður sagdur yvir arbeiðið, tú hevur gjørt. Veking merkir nýggj broyting.

LES EISINI  Brennandi spurningurin frá Asbury hevur einki við Asbury at gera

Tí verður bøn mín, ikki at forða veking, men taka ímóti tí, Gud sendur.

VEKING, er at beina burtur ÓRUDDið!

Eitt sjónarmið, ið krevur nógv av mær í mínum bønarlívi um veking, er at fáa beint fyri óruddinum, tí veking er órudd á leiðini. Mær dámar væl ámining Paulusar í (1 Kor 14,40), har hann sigur: “Sómi og skil veri á øllum!”

Í løtuni er helst einki av hesum báðum, ið leikar á at stíga fram við einum orði frá Gudi. Alt verður annaðleiðis, tá vekingin kemur. Knappliga standa fólk í bíðirøð og bera fram vitnisburð um Jesus og bønarmøtini gerast drúgv og long, sum eingin visti um frammanundan. Hann ella hon, ið leiðir bønarmøtið, kennir seg kleimdan millum teirra, ið fegin vilja fara heim og teirra, ið fegin eisini vildu borið sín vitnisburð fram um Jesus.

Nehemiabók, kapittul 8, er um veking.

Alt fer regluliga fram. Guds orð verður lisið og útlagt, fyri at øll kunna skilja tað; men síðan hendir nakað. Alt fólkið grætur, nú lógin verður lisin. Tað vardi ikki leiðararnar, tí kenslurnar vóru í hæddini henda dagin.     

LES EISINI  Verulig veking sambært Martyn Lloyd-Jones

Í Ápostlasøguni hoyra vit um, at í Jerusalem stíga alt fleiri og fleiri lærusveinar fram, og hellenistar muta ímóti, og gramdu seg um hebreararnar. Vekingin elvir til klandur. Meinigheitin fór í tvíningar, tí hon var andaliga sovnað?

Í Samaria komu mong til trúgv av at hoyra Filip prædika um Kristus – og eisini Símun, gandakall. Hansara motiv vóru at kunna gera somu tekin og gerningar. Vekingatíðir bera dám av tí, ið einaferð var. (Ápostlasøgan 8,5-24)

Í Lýstra vórðu tey so hugtikin av Paulusi og Barnabasi, at tey fóru at tilbiðja teir sum gudar. Tað var við neyð og deyð at tey fingu fólkið frá at ofra til teirra. Veking og ósunn dýrkan fylgjast ofta at. (Ápostlasøgan 14,8-18)

BØN UM VEKING

Í kirkjuliði mínum verður biðið í kirkjubønini um veking í Norðursælandi og og aðrastaðni. Við gleði og væntan biði eg í trúgv hesa bøn, tí hóast vekingardómin um óruddið, fara vit ikki at koma frá tí við lívinum uttan vekingum; tí uttan menniskju og kirkjulið, følnar gleðin.  Sínámillumgleðin er bundin at Heilaga Andanum. Tí má Guds fólk biðja um veking og endurnýggjan. Veking merkir, at tað gamla gerst nýtt. Eins og Jesaja og Pætur høvdu fyri neyðini at møta Harranum, so síggja vit, at eisini okkum nýtist fyrigeving syndanna og Kristi rættvísi.

LES EISINI  Í kvøld sendir Bedehuskanalen frá Vigeland

Timothy Keller lýsir veking “sum Heilaga Andans styrkleika og vanliga gerning hansara: um sannføring, synd, endurføðing, halgan og trúarvissu.”      

Brot, tikið úr bókini “Center Church.” Tá ið Gud vælsignar okkum við vekingum, varnast vit ikki bara, at øll menniskju eru syndarar, so at tað stingur í hjartað! Tá ið Gud sendur veking, staðfesta vit eisini, at har sum fyrigeving syndanna er, er eisini friður og sæla. Vit gleðast stórliga um fyrigeving syndanna og kunna halda á at syngja um Jesus, sum bar syndir okkara á krossinum. Vit kunna ikki skapa veking.

Fari at enda her við eini bøn um veking: “Heilagi faðir, sannfør okkum øll, so at vit síggja, at vit eru syndarar. Jesus, drag okkum inn í ein livandi felagsskap saman við tær. Heilagi Andi, ger Jesus dýrmætan, og lat okkum av orði tínum verða  endurnýggjað av orðinum, dópinum og kvøldmáltíðini. Jesus, lat okkum síggja teg, so at vit kunnu ikki annað enn tala um tað, sum vit hava hoyrt og sæð.  Amen!”          

 DBI-POSTEN 05. Okt. 2023

H.D. Joensen, umsetti     

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina