Torgeir fer sum volontørur til Ísraels

21 ára gamli Torgeir Petersen úr Klaksvík skal komandi fimm mánaðirnar vera volontørur í Ísrael. Harvið hevur Ísraelsmissiónin nú tveir volontørar í tænastu í Ísrael, og tað fegnast Ísraelsmissiónin um á heimasíðu síni.

Í gjárskvøldið varð biðið fyri Torgeir Petersen í missiónshúsinum Emmaus í Klaksvík, í sambandi við at hann fer úr Føroyum 20. januar til Ísraels, har hann skal vera volontørur í Jerusalem í umleið fimm mánaðir. Í tænastuni verður hann tilknýttur donsku Ísraelsmissiónini, men føroyska Ísraelsmissiónin sendir út og stuðlar í forbøn og fíggjarliga.

Tað var Atli Rasmussen, formaður í missiónshúsinum Emmaus, ið bað fyri honum.

Frants Jensen, formaður í Ísraelsmissiónini, greiddi á møtinum frá arbeiðinum hjá Ísraelsmissiónini umframt arbeiðinum, ið Torgeir skal gera í Ísrael. Í Jerusalem, har hann skal búgva, skal hann virka sum hjálparmaður hjá danska prestinum í Ísrael. Tað eru regluliga danskar gudstænastur í gamla býnum í Jerusalem, har hann skal hjálpa til á ymiskan hátt. Eisini skal hann hjálpa og taka sær av nøkrum øðrum volontørum, ið fara til Ísraels komandi mánaðirnar. Hann fer eisini at hjálpa til við ymsum fyrifallandi arbeiði.

LES EISINI  Kartin Høgnesen volontørur í Ísrael

Torgeir fer fyrst til Danmarkar, har hann skal vera nakrar dagar, áðrenn hann fer víðari til Ísraels 27. januar.

Ísraelsmissiónin heitir á vinir sínar um at biðja fyri Torgeir, nú hann fer út sum volontørur til Ísraels. Somuleiðis fyri Karen Elkjær Abrahamsen, ið er volontørur á Ebenezerheiminum í Haifa.

Til ber eisini at stuðla Ísraelsmissiónini við at lata gávu á eitt av kontonumrunum hjá Ísraelsmissiónini:
Bank Nordik: 6460 – 159.194.2
Betri Banki: 9181 – 125.004.5
Norðoya Sparikassi: 9865 – 100.455.1
Suðuroyar Sparikassi: 9870-4300409

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina