Torratiltak: Torleif í Christianskirkjuni 17. februar
Torratiltakið verður í Christianskirkjuni mánadagin 17. februar kl. 16.00.
Evni: “Tíðindi frá himli til sjófólkið – og frá sjólívinum til heimafólkið!”
Tað verður sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, ið kemur at greiða frá.
Torleif er í starvi hjá Føroysku Sjómansmissiónini og hevur vitjað umborð á skip og bátar í 35 ár.
Hann lítur aftur á onkrar serligar løtur. Seinastu mongu árini hevur hann eisini skrivað óteljandi tíðindastubbar frá samrøðum við sjómenn og kvinnur.
Hvaðani kom hugskotið og hvat drívur hann?
Eftir framløguna verður stutt andakt og ein drekkamunnur.
Øll eru vælkomin!
Skráin fyri Torradagarnar 2025 í Klaksvík sæst her…