Tórun farin úr starvi

Í summar segði Tórun Poulsen í Oyndarfirði, ið hevur verið hjálparfólk í Leguhúsinum í Nesvík síðani 6. februar 2017, seg úr starvi, og fyrst í hesum mánaðinum fór hon í annað starv.

Sum hjálparfólk hevur hon tikið sær av eini røð av samskipandi og praktiskum uppgávum í leguhúsinum, eitt nú við reingerð, innkeypi og annað í sambandi við útleigan og tiltøk. Tórun hevur gingið høgt uppí mongu uppgávurnar og hevur verið sera vælgerin.

Vegna Kirkjuligu Heimamissiónini takkar Andrias Magnussen, aðalskrivari, Tórun hjartaliga fyri henna ídni, ágrýtni og tænastusinni hesi 2½ árini í starvinum og ynskir henni Guds signing og alt gott á leiðini víðari.

Herfyri søkti Leguhúsið eftir nýggjum húsavørði at arbeiða fulla tíð, og tá tann rætti er settur, fer Jens Pauli í Dali, verandi húsavørður, úr starvi av heilsuávum.

Onkrar av uppgávunum hjá Tórun er ætlanin at fáa sjálvboðin at røkja, eitt nú at “taka ímóti” leguhúsinum sunnudagar, tá legur enda og húsið verður handað aftur. Eitt nú kundu nøkur pør – nærhendis Nesvík ella aðrastaðni – skiftst um slíka uppgávu. Tey, ið møguliga hava hug til at vera við í slíkari uppgávu, kunnu venda sær til Andrias Magnussen, aðalskrivara (tel 230070, andrias@mission.fo)

LES EISINI  Biskupur og próstar úr Helsingør Stift vitja í Nesvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina