Tour de Jesus

Torgeir Petersen og Jákup Reinert Højgaard skuldu fara av landinum tann 19. mars, men sum so mangt annað varð ferðin avlýst vegna korona. Torgeir og Jákup vórðu kallaðir til Hawaii, og teir vóru sera spentir at síggja alt, sum Gud vildi læra teir og vísa teimum á ferðini.

Hvat nú?

Tá teir báðir ikki sluppu av landinum sum ætlað, valdu teir at stovna ein brúkara á Instagram.

– Tour de Jesus er ein brúkari, sum kemur at leggja ymisk uppmuntrandi andalig gullkorn út. Vit vóna, at hetta kann hjálpa tykkum á tykkara ferð saman við Jesusi, ljóðaðu boðini á teirra fyrsta uppslagi. Tankin aftan fyri navnið, er nevniliga tann, at vit eru á eini ferð – einum túri – á veg til himmalin, greiðir Jákup frá í einum filmsbroti á brúkaranum.

Brúkarin deilir mest filmsbrot umframt beinleiðis upptøkur og myndir. Filmsbrotini eru stutt og greið. Tey byrja við einum spurningi á einum arki, og síðani svara teir spurninginum. Torgeir og Jákup hava fingið íblástur frá Kenny Vaughan, sum eisini er at finna á Instagram. Teir hava svarað fleiri áhugaverdum spurningum so sum ”Hvussu kann eg koma aftur til Gud?”, ”Kunnu øll koma til Gud?” og ”Elskar tú Jesus?”

LES EISINI  Komið higar til mín

Brúkarin hevur í alt 15 uppsløg, og eitt nýtt filmsbrot kemur út í kvøld. – Vit fara at greiða nærri frá, hvussu brúkarin bleiv til, hvussu Guð hevur arbeitt ígjøgnum tað, at Hawaii ikki bleiv til nakað, sigur Torgeir.

Fylgið Tour de Jesus á Instagram.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina