Tríggir kristnir danskir skúlar evakuerast úr Ísrael
Tá Ísrael leygarmorgun varð álopin av Hamas vóru næmingar frá trimum kristnum donskum skúlum í landinum. Tað snýr seg um Børkop Højskole, Djurslands Efterskole og Efterskolen Solgården.
Meðan næmingarnir frá Solgården vóru í norðara og meira friðarliga partinum av Ísrael, vóru hinir næmingarnir í Jerusalem. Tað er eydnast næmingunum frá Børkop Højskole at koma norður til Genesaret sjógvin, so tey eru komin longri burtur frá stríðsøkinum. Men felags fyri øll er, at tey nú hava trupulleikar við at koma heim. Hóast flogvallir formliga eru opnir, hava flest flogfeløg steðga allari flúgving.
Eftir at Ísrael í gjár kunngjørdi kríggj ímóti Hamas, hava tryggingarfeløgini í Danmark avgjørt at evakuera næmingarnar.
Robert Bladt, sum er fyristøðufólk á Børkop Højskole, fortelur fyri TV2, at tryggingarfeløgini leggja ætlanir fyri at fáa næmingarnar frá hesum trimum skúlum fluttar til Danmarkar við sama flogfari.
– Okkara tryggingarfeløg vilja hava eitt flogfarð til Jordan, og okkara ætlan í løtuni er at skipa fyri flutningi til Jordan. Vit royna at fáa tey við bussum til Aman.
Væntandi verða allir næmingar og lærarar aftur í Danmark týskvøldið.
Fleiri av føroyingunum, sum eru í Ísrael, eru eisini á veg út av landinum. Nøkur hava tó valt at verða verandi, og siga seg hava tað trygt.