Tríggjar vikur í tænastu í Ísrael

Toymisferðir til Ísraels hava verið gjørdar seinastu tíggju árini. Fyrstu árini brúkti toymið ítrótt til at fáa samband við fólk, men seinastu árini hevur toymið burturav verið eitt tænastutoymi í meinigheitini OrHaCarmel í Isifya í Haifa. Eitt toymi fer aftur til Ísraels í summar.

Ísraelstoymið var millum fyrstu toymini hjá Heimamissiónini, tá ið tað fór út á fyrsta sinni fyri tíggju árum síðan. Við skiftandi luttakarum hevur toymið verið í Ísrael á hvørjum ári síðan tá, og nú í fleiri ár hevur tað verið Ísraelsmissiónin, sum hevur skipað fyri hesi toymisferðini.

– Tey fyrstu árini varð ítróttur brúktur fyri at skapa kontakt; fótbóltur, fimleikur, svimjing og annað. Eisini vórðu smá drama og ymiskir dansir, ið vóru við at boða evangeliið, vístir á almennum støðum, greiðir Anton Højgaard, annar av toymisleiðarunum í ár frá.

 

Kartin hevur verið drúgvur

Nógvir ymiskir leiðarar hava verið knýttir at toyminum hesi árini, men tann drúgvasti av teimum er Kartin Høgnesen, sum er hin toymisleiðarin í ár. Hann hevur verið við í toyminum tey flestu árini, annaðhvørt sum luttakari ella leiðari.

Hann sigur, at endamálið við toyminum er tað sama, men at arbeiðshátturin er broyttur.

– Endamálið er enn sum áður er, at jødin verður náddur við evangeliinum, men missiónin hevur flutt seg frá at vera ítróttarmissión og drama og dansur til burturav at vera eitt tænastutoymi í meinigheitini Or HaCarmel í Isifya, Haifa, sigur Kartin.

Hann sigur, at broytingin er hend so líðandi. Ymiskar lokalar kontaktir og samstarvsfelagar og góð ráð frá luttakarunum hava gjørt sítt til, at toymið hvørt ár hevur ment seg, bæði tá hugsað verður um tænastuna og frítíðina hjá toyminum, frítíð, sum toymislimirnir forrestin sjálvir gjalda fyri.

 

Mentanarmunir ein avbjóðing

– Ein avbjóðing, ið konseptið stuttíðarmissión javnan møtir, er, at stutti steðgurin á missiónsmarkini, heldur enn at vera við til at lyfta og bera arbeiði hjá teimum lokalu, blívur til eyka upptøku, tá ið toymið er farið heimaftur. Tað er týdningarmikið, at mentanarmunir verða havdir í huga, tá ið farið verður í onnur lond at boða evangeliið, sigur Anton.

Hann leggur aftrat, at nógvar misskiljingar og óhepnar støður eru íkomnar vegna onga ella vánaliga fyrireiking. Misskiljingar og støður, ið vórðu umgingnar, um toymið áðrenn fráferð gjørdi sær ómak betur at skilja mentan, fólk og fæ í landinum, ferðast var til.

– Tíggju ár í Ísrael hava lært okkum eitt sindur. Heldur enn sum áður, tá ið toymið eisini sjálvt skipaði fyri møtum og evangeliseraði á gøtum Ísraels, hevur toymisleiðslan og Ísraelsmissiónin valt at tæna samkomuni Or HaCarmel í Isifya, Haifa. Starvsfólkið og nakrir av íbúgvunum í kirkjubygninginum hjá Or HaCarmel, arbeiða dagliga við at boða evangeliið, og so fæst toymið við at skava gamla máling, spartla, mála, rudda, støva av, vaska, ansa børn og annað, sigur Anton.

Fyri mong kann tað tykjast trivielt og sum spill av tíð og góðum kreftum at ferðast góðar 4.000 kilometrar fyri at gera handaligar og sera praktiskar uppgávur, men Anton vísir á, at so er ikki.

– Lat tað vera sligið púra fast, enntá við sjeytumma seymi, at vegna tað, at vit, saman við øðrum toymum, árliga veita eina hjálpandi hond í Or HaCarmel, so kunnu, David Davis og Peter Tsukahira, sum í 1991 saman við konum sínum stovnaðu eina meinigheit á Carmels fjalli, betur hugsavna seg um arbeiðið í Or HaCarmel og tænastugreinar tess.

 

Vælkomin við!

Aftur í ár bjóðar Ísraelsmissiónin øllum áhugaðum at vera vælkomin at søkja um luttøku við Ísraelstoyminum 2016. Eins og undanfarin ár, so fer toymið at gera praktiskar uppgávur í OrHaCarmel. Tey, sum eru áhugað í at vera við í Ísraelstoyminum, kunnu spyrja seg fyri hjá toymisleiðarunum , Anton Højgaard og Kartin Høgnesen.